Turid Birkeland
Turid Birkeland (fødd 5. november 1962 í Haugesund, deyð 24. desember 2015[1] í Oslo) var ein norskur mentanararbeiðari, fakfelagskvinna og politikari, ið umboðaði Arbeiðaraflokkin. Hun var mentamálaráðharri í stjórnini hjá Thorbjørn Jagland frá 25. oktober 1996 til 17. oktober 1997. Hon var eisini rithøvundur, mentanarstjóri og programmeleiðari í NRK, og leiðari fyri Risør kammermusikkfest. Frá 2008 var Birkeland seniorráðgevi í Telenor. 16. apríl 2012 tók Birkeland við sum stjóri fyri Rikskonsertene, eitt seks ára áramálsett starv, hon tók við eftir Åse Kleveland.
Sjúka og deyði
[rætta | rætta wikitekst]Turid Birkeland fekk diagnosuna myelofibrosa í 2010, tað er krabbamein í beinmerkinum. Hon doyði eftir øllum at døma av bruna, ið kom sum fylgisjúka orsakað av krabbameinssjúkuni. Í eini samrøðu við VG Helg í 2012 greiddi hon frá, at hon hevði verið ígjøgnum eina pínufulla viðgerð við stamsellum frá ókendum gevara.
Sonur hennara var 10 ára gamal, tá ið Turid andaðist.