Jóhan á Plógv Hansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Jóhan á Plógv Hansen (føddur 1. mai 1994) er ein føroyskur hondbóltsleikari, ið spælir hondbólt í Danmark. Hann spælir fyri Skanderborg og danska U21 landsliðið. Jóhan hevur spælt hondbólt við Kyndli, síðani hann var 4 ára gamal. Men tá ið hann fylti 16 ár, flutti hann til Danmarkar fyri at spæla hondbólt á høgum støði. Jóhan var ein av teimum fáu dreingjunum, sum fekk pláss í SHEA - Skanderborg Håndbold Elite Akademi. SHEA er menningartilboð til úrmæling- ar innan hondbólt, sum hava evni til seinni at mennast til LIGA-spælarar, ella spælarar í bestu donsku deildini. Hann hevur eisini spælt fótbólt fyrr í Føroyum, áðrenn hann flutti til Danmarkar, hann hevur spælt á U17 landliðnum hjá Føroyum.[1] Í 2012 spældi Jóhan við Føroyska landsliðnum í IHF/EHF Challenge Trophy. Eftir dystin móti Moldova varð Jóhan valdur til besta leikara í dystinum.[2] Í apríl 2013 fekk hann longt sín sáttmála við Skanderborg í trý ár.[3] Hann spældi sín fyrsta landsdyst fyri Danmark U21, tann 5. januar 2015. Jóhan valdi at skifta tjóðskap viðvíkjandi hondbólti úr Føroyum til Danmarkar. Tað førdi tað við sær, at hann ikki slapp at spæla fyri nakað landslið í tvey ár. Danski landsliðsvenjarin Ulrik Wilbek heitti 2013 í brævið á føroyska hondbóltssambandi at lata Jóhan sleppa at skifta hondbóltstjóðskap. Wilbek segði, at Jóhan var tann besti høgrivongur í Danmark í árganginum frá 1994-95. Jóhan segði við Kringvarapið í september 2013, at Danmark var eitt av heimsins bestu hondbóltslandsliðum hjá monnum, og U19 landsliðið hjá monnum var heimsmeistari, og hann vildi fegin taka av møguleikanum og spæla fyri Danmark, og samstundis hevði føroyska Hondbóltssambandið ikki nakrar ætlanir um at vera við í undankappingum til EM ella HM.[4] BT skrivaði grein um Jóhan, tá ið Ulrik Wilbek meldaði út, at hann ynskti, at Jóhan skifti tjóðskap í hondbóltshøpi, so hann seinni kundi spæla fyri Danmark. Í greinini stóð m.a.:

"Han har et fysisk helt unikt talent og en springkraft, jeg ikke har set magen. Han leder tankerne hen på Luc Abalo (fransk landsholdsstjerne) i springstyrke og teknik, og det ser man ikke så tit på disse kanter, siger Skanderborg Håndbolds sportschef Jesper Koch til klubbens hjemmeside."[5]

Um mánaðarskiftið juli/august 2015 spældi Jóhan við í endaspælinum í HM í hondbólti fyri U21 lið hjá monnum í Brasil. Danmark kom í finaluna, men tapti 26-24 móti Fraklandi. Danmark vann sostatt silvur.[6]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • Gull í DM í hondbólti 2015-16 við Bjerringbro-Silkeborg
  • Silvur við U21 hondbóltslandsliðnum hjá Danmark
  • Kosin heimsins besti vongleikari undir 21 ár á HM í hondbólti í Brasil, tá hann varð valdur at vera ein av All Star liðnum í HM kappingini.[7][8]

Familja[rætta | rætta wikitekst]

Johan er uppvaksin í Havn. Hann er yngstur av 3 systkjum, og foreldrini eru Aibritt á Plógv úr Sandavági og Jákup Egholm Hansen úr Sørvági.[9]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. skanderborghaandbold.dk
  2. hsf.fo - Johan á Plógv valdur til besta føroyska leikara
  3. hbold.dk Skanderborg forlænger med fløj-talent
  4. Jóhan á Plógv Hansen á danska landsliðið
  5. bt.dk - Wilbeks drøm: Færing skal have dansk pas
  6. [1]
  7. portal.fo - Jóhan á Plógv er heimsins besti høgri vongur
  8. sporten.tvs.dk
  9. h71.fo Maturin hevur nógv at siga