Jørgen Ingmann
Jørgen Ingmann Pedersen (26. apríl 1925 - 21. mars 2015), var ein jass og pop tónleikari frá Keypmannahavn í Danmark. Hann er mest kendur fyri at hava vunnið Eurovision Song Contest í 1963, saman við konu síni Grethe og sanginum Dansevise.
Lívs- og Starvsleið
[rætta | rætta wikitekst]Jørgen Ingmann Pedersen, var føddur í Keypmannahavn í 1925. Hann framførdi fyri fyrstu ferð sum guitaristur saman við Svend Asmussen, ið var ein jazz violinistur í 1940-árunum og fyrst í 1950-árunum í einum bólki sum kallaðist "Sviadanirnir"[1]
Jørgen var ávirkaður av amerikanska guitaristinum og tónleikastudio eigaranum Les Paul. Mitt í 1950-árunum setti Jørgen upp sítt egna tónleikastudio, har hann uppfangaði teknikkir, ið vóru vanligar í Amerika, og byrjaði at upptaka tónleik undir navninum Jørgen Ingmann og hans guitar.[1] Undir heum navni útgav hann "Apache", sum upprunaliga hevði verið útgivið av enska tónleikabólkinum "The Shadows". Útgávan hjá Jørgen varð nummar eitt í Kanada, nummar tvey á pop listanum, og nummar níggju á R&B lista Billboard í USA, og nummar 6 í Týsklandi.[2]
Í fyrru helvt av 1960-árunum hevði Jørgen fleiri hitt í Týsklandi, harímillum kunna nevnast "Pepe" (nummar 15 í 1961), "Anna" (nummar 19 í 1961), "Violetta" (nummar 16 í 1962), "Drina Marsch" (nummar 5 í 1964) og "Zorba le Grec" (nummar 14 í 1965)[3] Billboard blaðið segði frá at Jørgen hevði verið á øðrum plássi á donsku hittlistunum við sanginum "Marchen til Drina" tann 7. desember 1963.[4] Sami sangur var vorðin nummar eitt tann 17. desember sama ár. Aðrir sangir, ið kunna nevnast eru "Tequila" og "Pinetop's Boogie Woogie" frá 1962.
Í 1963 vann Jørgen tað danska Melodi Grand Prixið saman við konu síni Grethe og sanginum Dansevise. Seinni sama ár umboðaðu tey Danmark í Eurovision Song Contest við sama sangi og vunnu kappingina. Tónleikurin var skrivaður av Otto Francker og teksturin var skrivaður sc Sejr Volmer-Sørensen.[5] Jørgen var í fleiri ár "indspilningschef" hjá fyritøkuni Metronome. Hann trakk seg aftur frá tónleikalívinum í 1984 aftaná ein sjúkralegu, sum hevði við sær at hann fekk lampufepur (senuskrekk).[6]
Jørgen Ingmann doyði í Holte í Danmark tann 21. mars 2015. Eftir hann eru tvey børn og fimm barnabørn.[7]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ 1.0 1.1 http://www.allmusic.com/artist/j%C3%B8rgen-ingmann-mn0000267063/biography Heintað 24.03.2015
- ↑ http://tsort.info/music/yr1961.htm Heintað 24.03.2015
- ↑ Günter Ehnert (ed.): Hit Bilanz. Deutsche Chart Singles 1956–1980. Hamburg: Taurus Press 1990, p. 105
- ↑ Heintað 24.03.2015 books.google.com
- ↑ http://www.eurovision.tv/page/history/by-year/contest?event=280 Heintað 24.03.2015
- ↑ http://www.bt.dk/musik/forfatter-til-ingmann-biografi-perfektionismen-blev-joergens-haemsko Heintað 24.03.2015
- ↑ http://m.bt.dk/politik/farvel-til-en-legende-danmarks-foerste-grandprix-vinder-er-doed Heintað 24.03.2015
- Jørgen Ingmann á ensku wikipedia.
- Jørgen Ingmann á donsku wikipedia.