Kort sum vísir londini sum kunnu luttaka í Eurovision Song Contest. Tey myrkagrønu hava luttikið í minsta lagi einaferð.
Eurovision Song Contest, (Franskt: Concours Eurovision de la chanson ), ofta stytt niður til ESC , Eurovision , ella EuroSong , er ein tónleikakapping, sum limir í European Broadcasting Union kunnu luttaka í. Talan er ikki bert um Evropa , men eisini um Norðurafrika , ein lítlan part av Miðeystri og norðara part av Asiu . Hetta er tí at sendinetið hjá EBU ikki bert fevnir um Evropa, men nøkur lond afturat uttanfyri heimspartamarkið. Hesi lond hava tí eisini møguleikan fyri at luttaka. Tónleikakappingin hevur verið fyriskipað á hvørjum ári síðan 1956 .
Hvørt limaland sendir ein sang, ið verður framførdur beinleiðis í sjónvarpi og/ella útvarpi. Síðani atkvøða londini fyri tí sanginum í kappingini, ið eftir teirra tykki er best umtóktur. Ikki er loyvt at atkvøða fyri sínum egna landi.
Kappingin hevur verið send hvørt ár frá tí fyrstu kappingini í 1956 , og er tað longst koyrandi sjónvarpsevni í heiminum. Kappingin er eisini eitt av teimum sjónvarpsevnunum í heiminum, ið savnar flestar áskoðarar, tá ítróttarsendingar ikki verða taldar við. Síðstu árini hevur áskoðaratalið ligið ímillum 100 og 600 milliónir kring heimin.[ 1] Eurovision hevur eisini verið víst uttanfyri Evropa millum annað í Argentina , Avstralia , Brasil , Brunei , Kanada , Kina , Kolumbia , Egyptalandi , India , Indonesia , Japan , Jordan , Malaisia , Meksiko , Nýsælandi , Filipsoyggjunum , Singapor , Suðurkorea , Suðurafrika , Suriname , Taivan , Teilandi , USA , Uruguay , Venesuela , og Vjetnam . Hesi lond hava tó ikki rætt til at luttaka. Eitt undantak hevur tó verið givið. Tað var í 2015 , tá Avstralia var bjóðað at luttaka í sambandi við 60 ára hátíðarhald kappingarinnar.[ 2] [ 3]
Síðani 2000 hevur kappingin eisini verið send yvir internetið ígjøgnum almennu heimasíðuna www.eurovision.tv.
At vinna Eurovision gevur listamonnum eina rúgvu av møguleikum og miðlaumtalu á yrkisleiðini. Artistar, ið eru vorðnir kendir av at hava luttikið í Eurovision, eru millum aðrar: italska Domenico Modugno , ið rakk triðja pláss í 1958 við sanginum "Nel blu dipinto di blu", betri kendur sum "Volare"; Svenski ABBA , ið vann kappingina í 1974 við sanginum "Waterloo"; Céline Dion , ið vann fyr Sveis í 1988 við franska sanginum "Ne partez pas sans moi"; spanski Julio Iglesias , ið rakk fjórða pláss í 1970 , men hevur nú selt yvir 300 milliónir stakfløgur kring heimin; og bretski Bucks Fizz , ið vann í 1981 við sanginum "Making Your Mind Up".
Í Danmark og Noregi verða tær lokalu tónleikakappingarnar nevndar Melodi Grand Prix . Føroyar hevur ikki luttikið sum land, men fleiri føroyingar hava roynt seg í innleiðandi umførunum í Danmark , Svøríki og Íslandi . Í Danmark hava t.d. hesi luttikið: Jens Marni Hansen (2010), tónleikabólkurin The Dreams (2008), Petsi Tvørfoss (2004)[ 4] og Annika Hoydal (1979). Í Íslandi hevur Jógvan Hansen luttikið meir enn eina ferð, og í Svøríki hevur Brandur Enni luttikið, eisini meira enn einaferð.
Ár
Lond sum luttóku fyri fystu ferð í kappingini
1956
Belgia , Frakland , Týskland , Luksemburg , Niðurlond , Italia , Sveis
1957
Danmark , Stóra Bretland , Eysturríki
1958
Svøríki
1959
Monako
1960
Noreg
1961
Finnland , Jugoslavia , Spania
1964
Portugal
1965
Írland
1971
Malta
1973
Ísrael
1974
Grikkaland
1975
Turkaland
1980
Marokko
1981
Kypros
1986
Ísland
1993
Bosnia-Hersegovina , Kroatia , Slovenia
1994
Estland , Ungarn , Litava , Pólland , Rumenia , Russland , Slovakia
1998
Makedónia
2000
Lettland
2003
Ukraina
2004
Albania , Andorra , Hvítarussland , Serbia og Montenegro
2005
Bulgaria , Moldova
2006
Armenia
2007
Kekkia , Georgia , Montenegro , Serbia
2008
Aserbadsjan , San Marino
2015
Avstralia
Ár
Vertsbýur, land
Vinnaraland
Vinnarasangur
Artistur
1956
Lugano , Sveis
Sveis
«Refrain»
Lys Assia
1957
Frankfurt , Týskland
Niðurlond
«Net als toen»
Corry Brokken
1958
Hilversum , Niðurlond
Frakland
«Dors, mon amour»
André Claveau
1959
Cannes , Frakland
Niðurlond
«Een beetje»
Teddy Scholten
1960
London , Stóra Bretland
Frakland
«Tom Pillibi»
Jacqueline Boyer
1961
Cannes , Frakland
Luksemburg
«Nous les amoureux»
Jean-Claude Pascal
1962
Luksemburg , Luksemburg
Frakland
«Un premier amour»
Isabelle Aubret
1963
London , Stóra Bretland
Danmark
«Dansevise»
Grethe & Jørgen Ingmann
1964
Keypmannahavn , Danmark
Italia
«Non ho l'età»
Gigliola Cinquetti
1965
Napoli , Italia
Luksemburg
«Poupée de cire, poupée de son»
France Gall
1966
Luxembourg (býur) , Luksemburg
Eysturríki
«Merci, Chérie»
Udo Jürgens
1967
Wien , Eysturríki
Stóra Bretland
«Puppet on a String»
Sandie Shaw
1968
London , Stóra Bretland
Spania
«La, la, la»
Massiel
1969 [ 5]
Madrid , Spania
Spania
«Vivo cantando»
Salomé
1969 [ 5]
Frakland
«Un jour, un enfant»
Frida Boccara
1969 [ 5]
Niðurlond
«De troubadour»
Lenny Kuhr
1969 [ 5]
Stóra Bretland
«Boom bang a bang»
Lulu
1970
Amsterdam , Niðurlond
Írland
«All Kinds of Everything»
Dana
1971
Dublin , Írland
Monako
«Un banc, un arbre, une rue»
Séverine
1972
Edinburgh , Stóra Bretland
Luksemburg
«Après toi»
Vicky Leandros
1973
Luxembourg , Luksemburg
Luksemburg
«Tu te reconnaîtras»
Anne-Marie David
1974
Brighton , Stóra Bretland
Svøríki
«Waterloo»
ABBA
1975
Stokkhólmur , Svøríki
Niðurlond
«Ding-A-Dong»
Teach-In
1976
Den Haag , Niðurlond
Stóra Bretland
«Save Your Kisses for Me»
Brotherhood of Man
1977
London , Stóra Bretland
Frakland
«L'oiseau et l'enfant»
Marie Myriam
1978
París , Frakland
Ísrael
«A-ba'ni-bi»
Izhar Cohen & Alphabeta
1979
Jerúsalem , Ísrael
Ísrael
«Hallelujah»
Milk and Honey & Gali Atari
1980
Den Haag , Niðurlond
Írland
«What's another year?»
Johnny Logan
1981
Dublin , Írland
Stóra Bretland
«Making your mind up»
Bucks Fizz
1982
Harrogate , Stóra Bretland
Týskland
«Ein bißchen Frieden»
Nicole
1983
München , Tyskland
Luksemburg
«Si la vie est cadeau»
Corinne Hermès
1984
Luxembourg , Luksemburg
Svøríki
«Diggi-loo-diggi-ley»
Herreys
1985
Göteborg , Svøríki
Noreg
«La det swinge»
Bobbysocks
1986
Bergen , Norge
Belgia
«J'aime la vie»
Sandra Kim
1987
Brussel , Belgia
Írland
«Hold me now»
Johnny Logan
1988
Dublin , Írland
Sveis
«Ne partez pas sans moi»
Céline Dion
1989
Lausanne , Sveis
Jugoslavia
«Rock Me»
Riva
1990
Zagreb , Jugoslavia
Italia
«Insieme 1992»
Toto Cutugno
1991
Róm , Italia
Svøríki
«Fångad av en stormvind»
Carola
1992
Malmö , Sverige
Írland
«Why me?»
Linda Martin
1993
Millstreet , Írland
Írland
«In your eyes»
Niamh Kavanagh
1994
Dublin , Írland
Írland
«Rock 'n' Roll Kids»
Paul Harrington & Charlie McGettigan
1995
Dublin , Írland
Noreg
«Nocturne»
Secret Garden
1996
Oslo , Noreg
Írland
«The voice»
Eimear Quinn
1997
Dublin , Írland
Stóra Bretland
«Love shine a light»
Katrina and the Waves
1998
Birmingham , Stóra Bretland
Ísrael
«Diva»
Dana International
1999
Jerúsalem , Ísrael
Svøríki
«Take me to your heaven»
Charlotte Nilsson
2000
Stokkhólmur , Svøríki
Danmark
«Fly on the wings of love»
Brødrene Olsen
2001
Keypmannahavn , Danmark
Estland
«Everybody»
Tanel Padar & Dave Benton
2002
Tallinn , Estland
Lettland
«I wanna»
Marie N
2003
Riga , Lettland
Turkaland
«Everyway That I Can»
Sertab Erener
2004
Istanbul , Turkaland
Ukraina
«Wild Dances»
Ruslana
2005
Kiev , Ukreina
Grikkaland
«My number one»
Elena Paparizou
2006
Athen , Grikkaland
Finnland
«Hard Rock Hallelujah»
Lordi
2007
Helsingfors , Finland
Serbia
«Molitva»
Marija Serifovic
2008
Beograd , Serbia
Russland
«Believe»
Dima Bilan
2009
Moskva , Russland
Noreg
«Fairytale»
Alexander Rybak
2010
Oslo , Noreg
Týskland
«Satellite»
Lena Meyer-Landrut
2011
Düsseldorf , Týskland
Aserbajdsjan
«Running Scared»
Eldar & Nigar
2012
Baku , Aserbajdsjan
Svøríki
«Euphoria»
Loreen
2013
Malmö , Svøríki
Danmark
«Only Teardrops»
Emmelie de Forest
2014
Keypmannahavn , Danmark
Eysturríki
«Rise Like A Phoenix»
Conchita Wurst
2015
Wien , Eysturríki
Svøríki
«Heroes»
Måns Zelmerlöw
2016
Stokkhólmur , Svøríki
Ukraina
«1944»
Jamala
2017
Kiev , Ukreina
Portugal
«Amar pelos dois»
Salvador Sobral
2018
Lissabon , Portugal
Ísrael
«Toy»
Netta
↑ http://www.aljazeera.com/archive/2006/05/2008410141723346664.html Heintað tann 19.05.2015
↑ http://www.bbc.co.uk/pressoffice/pressreleases/stories/2002/05_may/16/eurovision_trivia.pdf Heintað tann 19.05.2015
↑ http://www.eurovision.tv/page/news?id=australia_to_participate_in_the_2015_eurovision_song_contest Heintað tann 20.05.2015
↑ "Tonleikur.fo, Petsi Friis Tvørfoss" . Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-07-28. https://web.archive.org/web/20120728064200/http://tonleikur.fo/profile_petsitvorfoss.html . Heintað 2012-03-13 .
↑ 5.0 5.1 5.2 5.3 Í 1969 komu 4 lond á deilt fyrstapláss, eftirsum at reglarnar, sum avgerða hvat ið hendir um fleiri lond fáa líka nógv stig á fyrstaplássinum, ikki vóru gjørdar tá.
Wikimedia Commons logo