Baku

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Skjøldur Kort
Baku seal.PNG Map Baku.jpg
Land: Flag of Azerbaijan.svg Aserbadsjan
Vídd: 2.130 km²
Íbúgvar (2011): 2 045 815
fyri km²: 900/km²
Mál: Aserbadsjanskt
Heimasíða: BakuCity.az

Baku (aserbadsjanskt: Bakı, Baky) er høvuðsstaður, størsti býur og størsti havnabýur í Aserbadsjan. Fólkatalið var 2 045 815 í 2011, men í øllum stórbýarøkinum búgva umleið 3 milliónir, harav fleiri eru flóttafólk. Býurin liggur út til Kaspiska havið á suðursíðuni á Absjeronhálvoynni. Baku er uppbýtt í ellivu fyrisitingarlig øki: Azizbajov, Binagadi, Garadagh, Narimanov, Nasimi, Nizami, Sabail, Sabuntju, Chataj, Surachany och Jasamal.

Fólk hava búð í økinum síðan fornøld, men fyrsta skrivliga kelda, ið nevnir býin Baku er frá umleið ár 500.

Gamli býarparturin í Baku kom við á listan hjá Unesco yvir Heimsarvar.

Í 2012 var býurin vertur fyri Eurovision Song Contest. Frá 12. til 28. juni 2015 verður býurin vertur fyri Fyrstu Evropeisku Leikunum.[1]

Í 2016 verður Baku vertur fyri Talvolympiaduni.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið