Jump to content

Eurovision Song Contest

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Melodi Grand Prix)
Kort sum vísir londini sum kunnu luttaka í Eurovision Song Contest. Tey myrkagrønu hava luttikið í minsta lagi einaferð.

Eurovision Song Contest, (Franskt: Concours Eurovision de la chanson), ofta stytt niður til ESC, Eurovision, ella EuroSong, er ein tónleikakapping, sum limir í European Broadcasting Union kunnu luttaka í. Talan er ikki bert um Evropa, men eisini um Norðurafrika, ein lítlan part av Miðeystri og norðara part av Asiu. Hetta er tí at sendinetið hjá EBU ikki bert fevnir um Evropa, men nøkur lond afturat uttanfyri heimspartamarkið. Hesi lond hava tí eisini møguleikan fyri at luttaka. Tónleikakappingin hevur verið fyriskipað á hvørjum ári síðan 1956.

Hvørt limaland sendir ein sang, ið verður framførdur beinleiðis í sjónvarpi og/ella útvarpi. Síðani atkvøða londini fyri tí sanginum í kappingini, ið eftir teirra tykki er best umtóktur. Ikki er loyvt at atkvøða fyri sínum egna landi.

Kappingin hevur verið send hvørt ár frá tí fyrstu kappingini í 1956, og er tað longst koyrandi sjónvarpsevni í heiminum. Kappingin er eisini eitt av teimum sjónvarpsevnunum í heiminum, ið savnar flestar áskoðarar, tá ítróttarsendingar ikki verða taldar við. Síðstu árini hevur áskoðaratalið ligið ímillum 100 og 600 milliónir kring heimin.[1] Eurovision hevur eisini verið víst uttanfyri Evropa millum annað í Argentina, Avstralia, Brasil, Brunei, Kanada, Kina, Kolumbia, Egyptalandi, India, Indonesia, Japan, Jordan, Malaisia, Meksiko, Nýsælandi, Filipsoyggjunum, Singapor, Suðurkorea, Suðurafrika, Suriname, Taivan, Teilandi, USA, Uruguay, Venesuela, og Vjetnam. Hesi lond hava tó ikki rætt til at luttaka. Eitt undantak hevur tó verið givið. Tað var í 2015, tá Avstralia var bjóðað at luttaka í sambandi við 60 ára hátíðarhald kappingarinnar.[2][3]

Síðani 2000 hevur kappingin eisini verið send yvir internetið ígjøgnum almennu heimasíðuna www.eurovision.tv.

At vinna Eurovision gevur listamonnum eina rúgvu av møguleikum og miðlaumtalu á yrkisleiðini. Artistar, ið eru vorðnir kendir av at hava luttikið í Eurovision, eru millum aðrar: italska Domenico Modugno, ið rakk triðja pláss í 1958 við sanginum "Nel blu dipinto di blu", betri kendur sum "Volare"; Svenski ABBA, ið vann kappingina í 1974 við sanginum "Waterloo"; Céline Dion, ið vann fyr Sveis í 1988 við franska sanginum "Ne partez pas sans moi"; spanski Julio Iglesias, ið rakk fjórða pláss í 1970, men hevur nú selt yvir 300 milliónir stakfløgur kring heimin; og bretski Bucks Fizz, ið vann í 1981 við sanginum "Making Your Mind Up".

Í Danmark og Noregi verða tær lokalu tónleikakappingarnar nevndar Melodi Grand Prix. Føroyar hevur ikki luttikið sum land, men fleiri føroyingar hava roynt seg í innleiðandi umførunum í Danmark, Svøríki og Íslandi. Í Danmark hava t.d. hesi luttikið: Jens Marni Hansen (2010), tónleikabólkurin The Dreams (2008), Petsi Tvørfoss (2004)[4] og Annika Hoydal (1979). Í Íslandi hevur Jógvan Hansen luttikið meir enn eina ferð, og í Svøríki hevur Brandur Enni luttikið, eisini meira enn einaferð.

Ár Lond sum luttóku fyri fystu ferð í kappingini
1956 Belgia Belgia, Frakland Frakland, Týskland Týskland, Luksemburg, Niðurlond Niðurlond, Italia Italia, Sveis Sveis
1957 Danmark Danmark, Stóra Bretland Stóra Bretland, Eysturríki Eysturríki
1958 Svøríki Svøríki
1959 Monaco Monako
1960 Noreg Noreg
1961 Finnland Finnland, Socialist Federal Republic of Yugoslavia Jugoslavia, Spania Spania
1964 Portugal Portugal
1965 Lýðveldið Írland Írland
1971 Malta Malta
1973 Ísrael Ísrael
1974 Grikkaland Grikkaland
1975 Turkaland Turkaland
1980 Marokko Marokko
1981 Kýpros Kypros
1986 Ísland Ísland
1993 Bosnia-Hersegovina, Kroatia Kroatia, Slovenia Slovenia
1994 Estland Estland, Ungarn Ungarn, Litava Litava, Pólland Pólland, Rumenia Rumenia, RusslandRussland, Slovakia Slovakia
1998 Republic of Macedonia Makedónia
2000 Lettland Lettland
2003 Ukraina Ukraina
2004 Albania Albania, Andorra Andorra, Hvítarussland Hvítarussland, Serbia og Montenegro
2005 Bulgaria Bulgaria, Moldova Moldova
2006 Armenia Armenia
2007 Kekkia Kekkia, Georgia (land) Georgia, Montenegro Montenegro, Serbia Serbia
2008 Aserbadjan Aserbadsjan, San Marino San Marino
2015 Avstralia Avstralia

Listi yvir vertslond og vinnarar

[rætta | rætta wikitekst]
Ár Vertsbýur, land Vinnaraland Vinnarasangur Artistur
1956 Lugano, Sveis Sveis Sveis «Refrain» Lys Assia
1957 Frankfurt, Týskland Niðurlond Niðurlond «Net als toen» Corry Brokken
1958 Hilversum, Niðurlond Frakland Frakland «Dors, mon amour» André Claveau
1959 Cannes, Frakland Niðurlond Niðurlond «Een beetje» Teddy Scholten
1960 London, Stóra Bretland Frakland Frakland «Tom Pillibi» Jacqueline Boyer
1961 Cannes, Frakland Luksemburg «Nous les amoureux» Jean-Claude Pascal
1962 Luksemburg, Luksemburg Frakland Frakland «Un premier amour» Isabelle Aubret
1963 London, Stóra Bretland Danmark Danmark «Dansevise» Grethe & Jørgen Ingmann
1964 Keypmannahavn, Danmark Italia Italia «Non ho l'età» Gigliola Cinquetti
1965 Napoli, Italia Luksemburg «Poupée de cire, poupée de son» France Gall
1966 Luxembourg (býur), Luksemburg Eysturríki Eysturríki «Merci, Chérie» Udo Jürgens
1967 Wien, Eysturríki Stóra Bretland Stóra Bretland «Puppet on a String» Sandie Shaw
1968 London, Stóra Bretland Spania Spania «La, la, la» Massiel
1969[5] Madrid, Spania Spania Spania «Vivo cantando» Salomé
1969[5] Frakland Frakland «Un jour, un enfant» Frida Boccara
1969[5] Niðurlond Niðurlond «De troubadour» Lenny Kuhr
1969[5] Stóra Bretland Stóra Bretland «Boom bang a bang» Lulu
1970 Amsterdam, Niðurlond Lýðveldið Írland Írland «All Kinds of Everything» Dana
1971 Dublin, Írland Monaco Monako «Un banc, un arbre, une rue» Séverine
1972 Edinburgh, Stóra Bretland Luksemburg «Après toi» Vicky Leandros
1973 Luxembourg, Luksemburg Luksemburg «Tu te reconnaîtras» Anne-Marie David
1974 Brighton, Stóra Bretland Svøríki Svøríki «Waterloo» ABBA
1975 Stokkhólmur, Svøríki Niðurlond Niðurlond «Ding-A-Dong» Teach-In
1976 Den Haag, Niðurlond Stóra Bretland Stóra Bretland «Save Your Kisses for Me» Brotherhood of Man
1977 London, Stóra Bretland Frakland Frakland «L'oiseau et l'enfant» Marie Myriam
1978 París, Frakland Ísrael Ísrael «A-ba'ni-bi» Izhar Cohen & Alphabeta
1979 Jerúsalem, Ísrael Ísrael Ísrael «Hallelujah» Milk and Honey & Gali Atari
1980 Den Haag, Niðurlond Lýðveldið Írland Írland «What's another year?» Johnny Logan
1981 Dublin, Írland Stóra Bretland Stóra Bretland «Making your mind up» Bucks Fizz
1982 Harrogate, Stóra Bretland Týskland Týskland «Ein bißchen Frieden» Nicole
1983 München, Tyskland Luksemburg «Si la vie est cadeau» Corinne Hermès
1984 Luxembourg, Luksemburg Svøríki Svøríki «Diggi-loo-diggi-ley» Herreys
1985 Göteborg, Svøríki Noreg Noreg «La det swinge» Bobbysocks
1986 Bergen, Norge Belgia Belgia «J'aime la vie» Sandra Kim
1987 Brussel, Belgia Lýðveldið Írland Írland «Hold me now» Johnny Logan
1988 Dublin, Írland Sveis Sveis «Ne partez pas sans moi» Céline Dion
1989 Lausanne, Sveis Socialist Federal Republic of Yugoslavia Jugoslavia «Rock Me» Riva
1990 Zagreb, Jugoslavia Italia Italia «Insieme 1992» Toto Cutugno
1991 Róm, Italia Svøríki Svøríki «Fångad av en stormvind» Carola
1992 Malmö, Sverige Lýðveldið Írland Írland «Why me?» Linda Martin
1993 Millstreet, Írland Lýðveldið Írland Írland «In your eyes» Niamh Kavanagh
1994 Dublin, Írland Lýðveldið Írland Írland «Rock 'n' Roll Kids» Paul Harrington & Charlie McGettigan
1995 Dublin, Írland Noreg Noreg «Nocturne» Secret Garden
1996 Oslo, Noreg Lýðveldið Írland Írland «The voice» Eimear Quinn
1997 Dublin, Írland Stóra Bretland Stóra Bretland «Love shine a light» Katrina and the Waves
1998 Birmingham, Stóra Bretland Ísrael Ísrael «Diva» Dana International
1999 Jerúsalem, Ísrael Svøríki Svøríki «Take me to your heaven» Charlotte Nilsson
2000 Stokkhólmur, Svøríki Danmark Danmark «Fly on the wings of love» Brødrene Olsen
2001 Keypmannahavn, Danmark Estland Estland «Everybody» Tanel Padar & Dave Benton
2002 Tallinn, Estland Lettland Lettland «I wanna» Marie N
2003 Riga, Lettland Turkaland Turkaland «Everyway That I Can» Sertab Erener
2004 Istanbul, Turkaland Ukraina Ukraina «Wild Dances» Ruslana
2005 Kiev, Ukreina Grikkaland Grikkaland «My number one» Elena Paparizou
2006 Athen, Grikkaland Finnland Finnland «Hard Rock Hallelujah» Lordi
2007 Helsingfors, Finland Serbia Serbia «Molitva» Marija Serifovic
2008 Beograd, Serbia Russland Russland «Believe» Dima Bilan
2009 Moskva, Russland Noreg Noreg «Fairytale» Alexander Rybak
2010 Oslo, Noreg Týskland Týskland «Satellite» Lena Meyer-Landrut
2011 Düsseldorf, Týskland Aserbajdsjan Aserbajdsjan «Running Scared» Eldar & Nigar
2012 Baku, Aserbajdsjan Svøríki Svøríki «Euphoria» Loreen
2013 Malmö, Svøríki Danmark Danmark «Only Teardrops» Emmelie de Forest
2014 Keypmannahavn, Danmark Eysturríki Eysturríki «Rise Like A Phoenix» Conchita Wurst
2015 Wien, Eysturríki  Svøríki «Heroes» Måns Zelmerlöw
2016 Stokkhólmur, Svøríki Ukraina Ukraina «1944» Jamala
2017 Kiev, Ukreina Portugal Portugal «Amar pelos dois» Salvador Sobral
2018 Lissabon, Portugal Ísrael Ísrael «Toy» Netta
  1. http://www.aljazeera.com/archive/2006/05/2008410141723346664.html Heintað tann 19.05.2015
  2. http://www.bbc.co.uk/pressoffice/pressreleases/stories/2002/05_may/16/eurovision_trivia.pdf Heintað tann 19.05.2015
  3. http://www.eurovision.tv/page/news?id=australia_to_participate_in_the_2015_eurovision_song_contest Heintað tann 20.05.2015
  4. "Tonleikur.fo, Petsi Friis Tvørfoss". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-07-28. https://web.archive.org/web/20120728064200/http://tonleikur.fo/profile_petsitvorfoss.html. Heintað 2012-03-13. 
  5. 5.0 5.1 5.2 5.3 Í 1969 komu 4 lond á deilt fyrstapláss, eftirsum at reglarnar, sum avgerða hvat ið hendir um fleiri lond fáa líka nógv stig á fyrstaplássinum, ikki vóru gjørdar tá.

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið