Jugoslavia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kort av Jugoslavia.

Jugoslavia (slovenskt, makedónskt, serbiskt og kroatiskt: Jugoslavija, albanskt: Jugosllavia) var sameint sosialistiskt sambandslýðveldi, ið var sett saman av seks lýðveldum og tvey sjálvstýrandi landspørtum. Báðir teir sjálvstýrandi landspartarnir vóru í serbiskum øki: Kosovo sunnanfyri og Vojvodina norðanfyri. Umleið 42 % vóru griksk-katólsk, 32 % rómversk-katólsk og 13 % muslimsk. Týdningarmestu málini vóru slovenskt, makedónskt, serbiskt og kroatiskt. Harafturat vórðu talað 12 onnur mál. Gamla Jugoslavia fór sundur í hesi sjálvstøðugu ríkini: Makedónia, Slovenia, Bosnia-Hersigovina, Kosovo, Montenegro, Serbia og Kroatia.

Londini[rætta | rætta wikitekst]

Lýðveldini í gamla Jugoslavia (eftir 17. februar 2008 sjey óheft ríki).