Måns Zelmerlöw
Appearance
| Måns Zelmerlöw | |
|---|---|
|
Zelmerlöw í 2015 | |
| Bakgrundskunning | |
| Føðinavn | Måns Petter Albert Zelmerlöw |
| Fødd/ur |
13. juni 1986 Lund, Svøríki |
| Sjangrur | Popp, rock, jazz |
| Størv | Sangari, Sjónleikari, programmleiðari |
| Ár virkin | 2005–nú |
| Plátufeløg | Warner Music Sweden |
| Heimasíða | www.mzw.se |

Måns Petter Albert Sahlén Zelmerlöw (føddur 13. juni 1986), er ein svenskur poppsangari og sjónvarpsmaður. Hann er best kendur fyri luttøku sína í svensku tónleikakappingini Idol 2005, fyri at vinna fyrstu røð av sendingini Let's Dance, og fyri sangin "Cara Mia", ið hann sang í svensku Eurovision kappingini Melodifestivalen í 2007. Måns hevur tríggjar ferðir luttikið í Melodifestivalen, í 2007, 2009 og í 2015, har hann vann. Måns umboðaði Svøríki í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Heroes". Finalan varð hildin 23. mai 2015,[1] og har vann hann Eurovision Song Contest við 365 stigum.
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]- Album
