Mjólk
Mjólk er tann hvíta ella gulhvíta vætan, ið hon-súgdjór framleiða til sínar ungar. Mjólkin frá hvørjum einstøkum djóraslagi og frá menniskjum hevur ymiska samanseting, men hevur eisini felags eyðkenni. Eftirsum drekkivøran skal geva ungunum/børnunum øll tey føðsluevni, ið tey hava brúk fyri til tess at vaksa, inniheldur mjólkin tey føðsluevni, ið ungarnir ella børnini hava brúk fyri. Mjólk inniheldur serstakliga protein (eggjahvítaevni), feitt, sukur (laktosu) og kálk og haraftuar eisini onnur mineralir sum jarn og selen, og vitaminir sum t.d. vitamin B.
Menniskju drekka móðurmjólk sum pinku- og småbørn. Fólk við laktosuintoluransu tola ikki at drekka mjólk frá djórum.
Umframt at drekka mjólk verður mjólk ofta nýtt í matgerð, t.d. í greyti ella saman við morgunmatarvørum, og tá ið fólk baka køkur og annað. Mjólk er eisini tað ráevnið, ið verður nýtt til at flamleiða smør, ost og joghurt.
Alheims mjólkadagur er 1. juni.
Ymisk sløg av kúgvamjólk
[rætta | rætta wikitekst]Í dag er vanligt, at kúgvamjólkin fæst í ymiskum sløgum við ymiskum innihaldi av feitti.
- Mjólk, sum á donskum verður nevnd sødmælk, hevur vanliga 3,5% av feitti. Tann føroyska mjólkin hjá MBM er í ljósabláum pakkum.[1]
- Millummjólk (letmælk á donskum) inniheldur 1,5% av feitti. Tann føroyska millummjólkin er í ljósareyðum pakkum.
- Lættimjólk (minimælk á donskum) inniheldur 0,5% av feitti. Tann føroyska lættimjólkin frá MBM er í myrkagulum pakkum.
- Soltimjólk (skummetmælk) inniheldur 0,1% av feitti. Tann føroyska soltimjólkin frá MBM er í ljósagrønum pakkum.
Onnur sløg av «mjólk»
[rætta | rætta wikitekst]Orðið mjólk verður eisini nýtt um hvítar drekkjuvørur, ið ikki koma frá djórum, t.d. sojamjólk, rísmjólk, mandilmjólk og kokosmjólk.
Innihaldið av feitti í ymiskum sløgum av mjólk
[rætta | rætta wikitekst]Slag | Feitt | Protein | Laktosa | Vatn | Mineralir |
Kúgvamjólk | 4,0 | 3,3 | 4,9 | 87,2 | 0,7 |
Hestamjólk | 1,6 | 2,7 | 6,2 | 89,0 | 0,5 |
Reinsdjóramjólk | 22,5 | 10,3 | 2,5 | 63,3 | 1,4 |
Geitamjólk | 3,3 | 2,9 | 4,3 | 87,0 | 0,9 |
Grísamjólk | 7,9 | 5,2 | 4,9 | 80,7 | 1,0 |
Móðurmjólk | 3,8 | 1,6 | 7,0 | 87,4 | 0,2 |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "mbm.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-02-13. https://web.archive.org/web/20150213132206/http://mbm.fo/Voerur.aspx?ID=33. Heintað 2014-12-02.