Jarn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
26 ManganJarnKobolt


Fe

Ru

Skeiðbundna skipanin
Útsjónd

{{{Útsjónd}}}
Alment
Navn: Jarn
Evnafrøðiligt tekn: Fe
Atomnummar: 26
Elektronsamanseting: [Ar] 4s² 3d6
Elektronir pr. skal: 2, 8, 14, 2
Atomradius: 140 pm
Kovalent radius: 125 pm
Evnafrøðiligir eginleikar
Oxidatiónstrin: 2, 3, 4, 6
Elektronegativitetur: 1,83 (Paulings skala)
Alisfrøðiligir eginleikar
Evnisnøgd: 7,86 g/cm3
Kókipunkt: 2861 °C
Smeltihiti: {{{Smeltihiti}}} kJ/mol
Guvingarhiti: 340 kJ/mol
Evnishiti: 25,10 Jmol–1K–1
Hitaleiðing: 80,4 Wm–1K–1
Hitavíðkan: 11,8
Elektriskur resistivitetur: 96,1 n
Mekaniskir eginleikar
Mekaniskir eginleikar
Youngs modul: 211 GPa
Forskydningsmodul: 82 GPa
Kompressibilitetsmodul: 170 GPa
Poissons forhold: 0,29
Herðan (Mohs' skala): 4
Herðan (Vickers): 608 MPa
Herðan (Brinell): 490 MPa

Jarn (Fe) er heitið á tí 26. frumevninum í tí skeiðbundnu skipanini. Jarn er eitt metal. Tey fyrstu tekinini um nýtslu av jarni eru frá umleið ár 4000 f.Kr. hjá sumerum og egyptum. Jarn verður útvunnið úr málmi. Jarn er tað metal, sum mest verður nýtt. Jarn er nógv nýtt, eit nú til lutir í bilmotorum og til sigulmagn. Jarnpetti detta niður á jørðina sum loftsteinar úr rúmdini. Men jarnið, vit nýta, fáa vit úr jarnmálmi, sum verður høgdur í fjøllunum. Mannakroppurin krevur jarn í teimum reyðu blóðkroppunum, so at góður kostur er til dømis grønmeti ella livur, sum jarn er í. Hittitarnir í Turkalandi gjørdu jarn longu 1500 f.Kr. Tað var inngangurin til jarnøldina. Jarn verður brætt úr jarnmálmi í ovurstórum háovnum. Onnur metal kunnu verða blandað upp í stálið at fáa fram ávísar eginleikar. Stál verður gjørt úr jarni, sum er av vanligastu frúmevnum á jørðini, og kolevni (karboni), ið fæst burtur úr koli. Stál verður brúkt til mangt og hvat, til ovurstór tangaskip og brýr, elalítlar skrúvur og møtrikkar. Í øllum heiminum verða gjørd um 680 mió tons av stáli um árið.

Jarn og stál, sum er úti, rustar. Serliga herviligt er tað, kemur sjógvur ella saltvatn at. Rustur er reyðbrún sambinding millum jarn og súrevni. Rustur fær jarn at vikna, so tað at enda verður dust.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið