Rís

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fólk planta rís í Tamil Nadu í Suðurindia.

Rís er eitt kornslag. Tvey sløg eru: mýrirís og fjallarís. Mýrisrísið hevur nógv størra týdningin. Mýrisrís er aðalkosturin hjá millum triðjingi og helmingi av heimsins íbúgvum. Tí er rís eitt sera týdningarmikið kornslag. Rís skal hava í minsta lagið 21 ºC í meðal teir fimm vakstrarmánaðirnar, og tí veksur hetta helst í subtropunum og tropunum. Vanliga verður rísið sáað í teigum, og meðan sáðið spírar, verður markin gjørd til reiðar. Hon verður pløgd, taðað og sett undir í vatni. Síðan verða smáu rísplanturnar settar niður. Hetta er hart arbeiði, sum so at siga allastaðni enn verður gjørt av mannahondum. Alla vakstrartíðina skulu markrnar standa undir í vatni, og tí eru lágir vallgarðar uttanum tær, sum forða vatninum at renna frá. Eftir fimm mánaðum er rísplantan fullvaksin, og tá verður vatnið veitt burtur, meðan rísið búnast. Heystingin verður nógvastaðni enn gjørd í hond. Hetta er serliga galdandi fyri sera tætt fólkaðu økini í Asia, har illa ber til at t.d. nýta maskinur, tí markirnar eru so smáar, og ei heldur eru ráðini at keypa amboð.

Uml. fýra fimtapartar av heimsins rísi verður velt í Asia. Týdningarmestu vakstrarøkini eru t.d. við Ganges í bæði Bangladesj og India, í ósalendinum við Yangtsekian í Kina, Reyðu Ánna í Vjetnam, Mekong í Kambodia, Irrawaddy í Myanmar og lágu strandarslættarnir í Indonesia. Onnur rísøki av týdningi eru Podalurin í Italia, Mississippiósin í Arkansas og Nildalurin í Egyptalandi. Meðan flest øll onnur kornsløg bæði verða nýtt til mannaføði og til dýrafóður, verður rísið so at siga einans nýtt til mannaføði.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið