Johnny Cash

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Johnny Cash
J.R.Cash
Cash í 1969
Fødd(ur) J. R. Cash
(1932-02-26)26. februar 1932
Kingsland, Arkansas, U.S.
Andaðist 12. september 2003(2003-09-12) (aldur 71)
Nashville, Tennessee, USA
Deyðsorsøk
Sukursjúka
Starv
  • Sangari-sangskrivari
  • tónleikari
  • sjónleikari
  • rithøvundur
Virkin ár 1954–2003
Átrúnaður Kristindómur
Hjúnafelagi(ar)
  • Vivian Liberto (g. 1954; skild 1966)
  • June Carter (g. 1968–2003; deyði hennara)
Børn
Tónleikayrkisleið
Sjangrur
Ljóðføri
Plátufeløg
Luttøka við øðrum
Heimasíða johnnycash.com
Týðandi ljóðføri
Martin Acoustic Guitars[1]

John R. "Johnny" Cash (26. februar 1932 í Kingsland, Arkansas - 12. september 2003 í Nashville, Tennessee) var ein víðagitin og væl umtóktur countrysangari og mettur at vera ein av heimsins kendastu countrysangarum nakrantíð. Til samans hevur Johnny Cash givið meira enn 200 útgávur út, harav 55 studioútgávur.

Sum smádrongur misti hann beiggja sín í eini vanlukku, og pápin brigdaði Johnny fyri vanlukkuna. Hetta hevði stóra ávirkan á lív hansara. Longu sum ungur á bummullarbóndagarðinum í Arkansas var hann kendur fyri at vera sera avgjørdur og miðvísur, sum seinni gjørdist hansara vørumerki. Eftir at hava verið í flogherinum royndi hann at koma sær fram sum sangari og tónleikari, og um somu tíð varð hann góður við June Carter, sum longu er kend sum sangari.

Johnny Cash var aktivur frá tíðliga í 1950-unum til hann doyði í 2003. Tíðliga í 1990-unum fór hann undir tað, sum fekk navnið American Recordings, har hann spældi løg hjá kendum amerikanskum bólkum. Millum tað, sum er vorðið kendast eru Rusty Cage hjá Soundgarden, One hjá U2, Hurt hja NIN og fleiri aðrir. Har komu 5 American Recordings, og eftir deyða hansara kom Unearthed, sum er ein kassi við eini 6 fløgum.

Johnny hevur eisini vunnið 12 Grammy Awards, havt 9 fløgur nr. 1 á Billboard, og 15 stakløg nr. 1 á Billboard. Hann hevur selt til samans 90 milliónir fløgur.

Hit-stakløg[rætta | rætta wikitekst]

Johnny Cash hevur havt hesi hitt-stakløgini sum nummar 1 á teimum amerikonsku hittlistunum:

Tittul Ár sum hitt
«Get Rhythm» 1956 og 1969
«I Walk the Line» 1956
«There You Go» 1957
«Ballad of a Teenage Queen» 1958
«Guess Things Happen That Way» 1958
«Don't Take Your Guns to Town» 1959
«Ring of Fire» 1963
«Understand Your Man» 1964
«Folsom Prison Blues» 1968
«Daddy Sang Bass» 1969
«A Boy Named Sue» 1969
«Sunday Morning Coming Down» 1970
«Flesh and Blood» 1971
«One Piece at a Time» 1976

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Johnny Cash—Guitars and Equipment, Über Pro Audio, 2009, archived from the original on May 27, 2009, retrieved May 15, 2009 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið