Jump to content

Henry Ford

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Henry Ford í 1919.

Henry Ford (føddur 30. juli 1863, deyður 7. apríl 1947) var stovnarin av Ford Motor Company og ein av teimum fyrstu, ið brúktu samlibandsframleiðslu sum framleiðsluhátt fyri at fáa bíligari bilar. Hesin framleiðsluháttur kollvelti ikki bara ídnaðarframleiðsluna, men hevði eisini sera stóra ávirkan á nýmótans mentan í hesum tíðarskeiðnum, ið mong nevna «fordisman».

Uppvøkstur og menning

[rætta | rætta wikitekst]

Ford varð føddur á garðinum hjá foreldrum sínum, sum var vestan fyri Detroit í einum býi sum nú eitur Dearborn. Foreldur hansara vóru William og Mary Ford, sum vóru vælhavandi tilflytarar úr býnum Cork í Írlandi. Hann var tann elsti av seks systkjum. Sum barn hevði Henry sera góðan hug til mekanikk. Tá hann var 12 brúkti hann megingpartin av tíðini í einari maskinhøll, sum hann sjálvur hevði innrættað. Sum 15-ára gamal gjørdi hann sín fyrsta brennimotor.

Í 1879 flutti hann heimanífrá til grannabýin Detroit fyri at arbeiða sum maskinistlærlingur, fyrst fyri James F. Flower & Bros., og seinni fyri Detroit Dry Dock Co. Eftir at hava fullført lærlingatíðina, fekk Ford arbeiði í fyritøkuni Westinghouse, har hann arbeiddi við bensinmotorum. Tá hann gifti seg við Clara Bryant í 1888 rak hann eisini eitt sagverk

Í 1891 bleiv Ford verkfrøðingur í fyritøkuni hjá Thomas Edison, og eftir at hann fekk hægri starv sum leiðandi verkfrøðingur í 1893 hevði hann nokk av tíð og pengum til at gera sínar egnu royndir við lukkaðum brensilsmotorum. Í 1896 fullførdi hann sítt egna sjálvdrivna akfarið sum nevndist Quadricycle, sum hann royndarkoyrdi hin 4. juni sama árið (hetta var tann fyrsti automobilurin, ið hann hevði koyrt yvirhøvur).

Eftir hesa væleydnaðu royndina fóru Ford og Edison frá Illuminating og stovnaðu Detroit Automobile Company samam við øðrum íleggjarum. Stutta tíð seinni fór Detroit Automobile Company á húsagang tí at Ford heldur brúkti tíð uppá at betra um sniðið heldur enn at selja bilar. Ford koyrdi eisini um kapp móti øðrum framleiðarum fyri at vísa, at hansara bilar vóru teir bestu. Við áhuganum fyri bilítrótti stovnaði hann stutta tíð seinni Henry Ford Company, og í hesum tíðarskeiðnum koyrdi hann sjálvur sín Quadricycle til siður í einari kappkoyring hin 10. oktober 1901 móti Alexander Winton, sum var ein vælkendur bilførari og favorittur til at vinna. Ford bleiv tvungin út úr fyritøkuni í 1902 av íleggjarunum, harímillum var Henry M. Leland, og fyritøkan broytti navn til Cadillac.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið