Jump to content

Luksemborg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Groussherzogtum Lëtzebuerg Grand-Duché de Luxembourg Großherzogtum Luxemburg Stórhertogadømið Luksemborg
Flagg Luksemburg
(Flagg Luksemburg)
Skjaldarmerki Luksemburg
(Skjaldarmerki Luksemburg)
Tjóðarslagorð: Mir wëlle bleiwe wat mir sinn
Tjóðsangur: Ons Heemecht
Alment mál Luksemborgskt, Franskt, Týskt
Høvuðsstaður Luksemborgbýur
Hertug Henri
Løgmaður Luc Frieden
Fullveldi 11. mai 1867
(frá niðurlendskum kongadømi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
2 586 km²
-
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
549 680
217/km²
Gjaldoyra Evro
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .lu
Telefonkota +352

Luksemborg (Luksemborgskt: Lëtzebuerg) er eitt land í Evropa. Høvuðsstaður er Luksemborgbýur. Har eru nógv ídnaðarvirkir, og har hevur høvuðsumsitingarráðið fyri felagsmarknaðin sæti. Luksemburg hevur mark við Belgia, Frakland og Týskland.

Hetta lítla landið hevur í øldir verið miðdepil í Evropa. Væl vardar borgir og víggirdir býir, bygd at verja seg fyri herdeildum, ið fóru ígjøgnum landið, eru at síggja víða um.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Málið er luksemborgskt, franskt og týskt, og landið er eitt stórhertogadømi.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Innibyrgt ímillum Týskland, Frakland og Belgia er lítla stórhertogadømið Luksemburg. Luksemburg er eitt av minstu londunum í Evropa, men eisini eitt av teimum vakrastu. Tað mesta av landinum er fjallalendi, og ofta eru fjøllini skógvaksin. Í teimum djúpu dølunum renna fleiri rættiliga stórar áir. Stórir partar av Luksemburg eru í Ardennufjøllum; landslagið har er heyggjut og skógvaksið.

Landið er eitt hitt ríkasta í Evropa og gitið sum altjóða fíggjarmiðdepil og skattaparadís. Meginparturin av inntøkunum eru frá tungídnaðinum og tænastuvinnuni. Hóast landið er lítið, hevur tað stóran leiklut í ES, tí at ES-dómstólurin og aðrar ES-skrivstovur eru har. Ferðavinnan veksur støðugt, tí at mong fólk vilja fegin síggja óspiltu náttúruna og vøkru borgirnar og gomlu, víggirdu býirnar.

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]

Ávisingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið