Jump to content

Franskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Franskt
Français
Tosað í: Frakland; Algeria, Andorra, Belgia, Benin, Burkina Faso, Burundi, Kanada, Djibuti, Ekvatorguinea, Fílabeinsstrondin, Franska Gujana, Franska Polynesia, Gabon, Guadeloupe, Guinea, Haiti, Italia, Kamerun, Komoroyggjar, Kongo, Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo, Libanon, Louisiana, Luksemborg, Madagaskar, Mali, Martinique, Móritius, Mayotte, Monako, Niger, Ný-Kaledonia, Réunion, Ruanda, Saint-Pierre og Miquelon, Senegal, Miðafrikalýðveldið, Seyskelloyggjar, Sveis, Togo, Kjad, Tunesia, Stóra Bretland, Vanuatu, Wallis og Futuna
Tosandi íalt: 64 858 311
Málætt: Indoevropeiskt

  Italskt
   Romanskt
   Galloiberiskt
    Galloromanskt
     Oïl-mál
      Franskt.

Málkotur
ISO 639-1: fr
ISO 639-2: fre (B)

fra (T)

ISO 639-3: fra

.

Kort: Lond við meiriluta av fólki, ið tala franskt.

Franskt er móðurmál hjá umleið 64,8 mill. fólkum, harav um 51 mill. í Fraklandi, um 6,7 mill. í Quebec í Kanada, um 4 mill. í Belgia og slakari 1,3 mill. í Sveis. Franskt er eitt av stóru heimsmálunum. Franskt er eisini eitt av høvuðsmálunum, tá ið tað snýr seg um evropeiska søgu, mentan og nútíðar viðurskifti. Harumframt eru mong lond og øki um allan heim, har franskt er høvuðsmál ella eitt av høvuðsmálunum. Franskt er av tí romansku greinini, sum hevur ment seg úr latíni, sum er eitt sonevnt italiskt mál.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið