Petteri Orpo


Petteri Orpo (føddur 3. november 1969 í Kjulo í Satakunta) er finskur liberalur-konservativur politikari (Savningarflokkurin).[1][2] Síðan 20. juni 2023 er hann forsætisráðharri í Finnlandi.
Hann var innanríkisráðharri frá 2015 til 2016 og fíggjarmálaráðharri frá 2016 til 2019.[1][2] Síðan 2016 er hann formaður í Savningarflokkinum.
Tann 20. juni 2023 tók hann við sum forsætisráðharri í Finnlandi. Hann er avloysari fyri ta 37 ára gomlu javnaðarkvinnuna Sanna Marin. Áður hevði hann funnið semju um at skipa eina høgrasinnaða stjórnarsamgongu í Finnlandi. Umframt Savningarflokkin eru tjóðskaparligi flokkurin Sannir Finnar eins og Svensk Folkeparti og Kristindemokratarnir við í stjórnarsamgonguni.[3]
Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]
- Almenna heimasíðan:
- Petteri Orpo (á finskum)
- Petteri Orpo (á svenskum)
- Petteri Orpo (á enskum)
- Nýggjur forsætisráðharri í Finnlandi, kvf.fo, 20.06.2023
Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ 1.0 1.1 Petteri Orpo, eduskunta.fi
- ↑ 2.0 2.1 Petteri Orpo, riksdagen.fi
- ↑ Petteri Orpo nýggjur finskur forsætisráðharri, in.fo, 20.06.2023