Sosialdemokratiski flokkurin í Finnlandi
Sosialdemokratiski flokkurin í Finnlandi (finskt: Suomen Sosialidemokraattinen Puolue; svenskt: Finlands Socialdemokratiska Parti), stytt SDP, er ein vinstrahallur, sosialdemokratiskur politiskur flokkur í Finnlandi.
Flokkurin varð settur á stovn í 1899 undir heitinum Finski arbeiðaraflokkurin, tó longu í 1903 fekk finski javnaðarflokkurin núverandi heitið SDP.[1]
Á tjóðartingsvalinum í apríl mánaði 2019 vann SDP valið tepurt og gjørdist við 40 sessunum størsti flokkur í tjóðartinginum síðan 2003. Í juni mánaði skipaðu fimm flokkar nýggja stjórn í Finnlandi og Antti Rinne gjørdist forsætisráðharrin.[2] Stjórnarkreppa førdi til at stjórnin varð umskipað í desember mánaði og Sanna Marin gjørdist nýggi forsætisráðharrin.
Floksformaður síðan 2020 er Sanna Marin.
Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]
- Almenna heimasíðan: sdp.fi
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ Historia, sdp.fi
- ↑ Fimm flokka stjórnarsamgonga í Finnlandi, dagur.fo, 3. juni 2019