3. november

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Okt - Nov - Des
Mi Fr Le Su
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30        
Kalendari fyri 2024
Allir dagar

3. november er dagur 307 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 308 um skotár er). 58 eru dagar eftir av árinum.

Dagurin eitur Hubertus. Hubertus, deyður ár 727. Var biskupur í Maastricht eftir Lambertus. Var tiltikin veiðimaður og gjørdist verndarhalgimenni hjá øllum veiðimonnum. Halgisøgan sigur, at hann legði veiðiferðirnar av, tá ið hann ein dagin sá ein hjørt við einum lýsandi krossi millum hornini. Í mongum londum verða havdar sonevndar hubertusveiðiferðir. Haruskjótingin í Føroyum, sum er um hetta mundið, kann sigast at vera ein leivd av hesum siði.

Hendingar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1493 - Kristoffur Kolumbus finnur oynna Dominica í Karibia undir aðru ferð síni og stutt eftir eisini Guadeloupe.
  • 1793 - Rithøvundurin og kvinnurættindastríðskonan Olympe de Gouges (fødd Maria Gouze 7. mai 1748) verður dømd sek í svikagerð og verður tikin av døgum við hálshøgging í falløks (guillotinu) í Paris.
  • 1819 - Imperiumið Eysturíki-Ungarn verður upployst.
  • 1935 - Georg 2. kongur vendir aftur til Grikkaland eftir eina fólkaatkvøðu.
  • 1948 - Harry Truman verður valdur til 33. foresta í USA.
  • 1957 - Sovjetsamveldið sendir upp Sputning 2 við fyrsta djórinum í rúmdini: Hundinum Laika.
  • 1970 - Marxisturin Salvador Allende tekur við sum forseti í Kili.
  • 1978 - Forsetin í Uganda, Idi Amin, bjóðar sær fram at loysa marknastríðið við grannalandið Tansania við einum boksidysti millum forsetarnar í londunum báðum.
  • 1985 - Tveir franskir agentar verða dømdir sekir í at hava søkt skipið "Rainbow Warrior" hjá Greenpeace. Í hesum sambandi doyr ein myndamaður umborð. Teir fá 10 ára fongsul.
  • 1988 - Undir einum postáni í Keypmannahavn drepur Blekingegadebandin ein løgreglumann og sleppa avstað við 10 milliónum krónum.
  • 1992 - Bill Clinton vinnur forsetavalið við stórsigri á George H. W. Bush. Clinton fær 43 prosent, Bush 38 prosent og Ross Perot 19 prosent.


Føðingar[rætta | rætta wikitekst]

Andlát[rætta | rætta wikitekst]

Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið