Hertugadømið Finnland
Finnland var partur av Svenska Kongaríkinum, men hóast hetta hevur landið altíð havt serliga støðu t.d. við serstøkum dømandi og fyrisitandi løgdømi. Í 1581 fekk landið heiti sum svenskt stórhertugadømi.
Í finska krígnum, kríggj millum Svøríki og Russland frá februar 1808 til september 1809, varð Finnland hertikið av russum.
Serliga løgfrøðiliga støðan hjá Finnlandi hevði við sær, at tað ikki varð limað inn í Russiska Tsarveldið. Tsarurin, Aleksandur I, helt tað vera skilabetri at varðveita somu støðu, sum Finnland hevði havt í øldir undir svenskum yvirræði.
Finskur ríkisdagur varð fyri fyrstu ferð hildin í 1809. Úrslitið var ein sáttmáli millum tsarin og ríkisdagin um eitt samveldi. Finnland fekk egna stjórnarskipan og tsarurin gjørdist finskur konstitutionellur monarkur við heitinum stórhertugi.
Við skipanini boðaði tsarurin frá, at Finnland nú var tjóð millum tjóðir. Markið millum Finnland og Russland var eisini varðveitt.
Í 1917 fór ein kollvelting fram í Russlandi. Tsarsins vald varð latið einari serligari russiskari bráfeingisstjórn. Við hesum stóð Finnland eftir uttan nakran stórhertuga. Bráfeingisstjórnin metti seg hava tsarsins heimildir í Finnlandi. Finnar, sum óttaðust ruðuleikarnar í Russlandi, vildu heldur hava valdið flutt til ein heimligan stovn, helst ríkisdagin.
Fyrsta royndin miseydnaðist, tá bráfeingisstjórnin ikki vildi staðfesta sonevndu heimildarlógina frá 1917. Í staðin varð ríkisdagurin sendur til hús og nýtt val útskrivað.
Seinna royndin at slíta frá russum eydnaðist í mánaðunum november-desember 1917. Greiður meiriluti av ríkisdegnum gjørdi av, at ríkisdagurin fyribils skuldi hava tær heimildir, sum fyrr lógi hjá tsari og stórhertuga. Hetta var mett sum de facto loysing frá Russlandi og formlig frælsisyvirlýsing varð samtykt nakrar dagar seinni.
Nýggja russiska stjórnin, sosialistiska sovjet-stjórnin, valdi at viðurkenna finska fullveldið.
Í 1918 var borgarakríggj í Finnlandi. Og í 1919 bar til at fáa semju um eina lýðveldisskipan við forseta. Hertugadømið Finnland var nú søga.
Kelda
[rætta | rætta wikitekst]- Føroyskt Lógar Rit - Vol.4, No. 1 august 2004. S. 33