Jump to content

Jólabukkur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Síða við keldutørvi!
Her í greinini mangla ein ella fleiri eftirfarandi keldur.
Jólabukkurin (Julbocken) í Gävle í Svøríki.
Jólamaðurin sum ríður á bukki.
Jólabukkar sum pynt á jólatræi.

Ein jólabukkur er (nú á døgum) ein geitarbukkur gjørdur av hálmi, ið er festur við reyðum bondum. Fyrr í tíðini varð heitið vanliga brúkt um ein persón, ið gekk ílatin sum bukkur, og saman við øðrum gekk húsanna millum um jóltíðir, við tí endamáli at fáa mat og drekka.

Jólabukkurin er nærum einans kendur í Norðurlondum. Upprunin er ókendur, men siðurin er ógvuliga gamal, og jólabukkurin er sostatt eitt av elstu norrønu jólasúmbolunum. Ein møguleiki er, at jólabukkurin stavar frá einum víkingasiði, at ofra ein bukk á jólum, sum ímynd av bukkunum hjá torugudinum Tóri, fyri at fáa eitt gott ár; eitt annað boð er at jólabukkurin kann vera uppkomin í kirkjuliga jólaspælið í miðøld, sum ofta hevði ein hyrntan devul, ið hevði ymsar líkleikar við jólabukkin. [1]

  1. «Julebukk» á nýnorsku Wikipedia