Jehova Vitni

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Alheims høvuðsskrivstovan hjá Jehova Vitnum er í Brooklyn New York City.

Jehova Vitni er ein altjóða kristin trúarrætningur. Jehova Vitni royna at venda aftur til sið og trúgv í kristnu fornkirkjuni, trúgva at afturkoma Jesu Krists verður í næstum og trúgva ikki uppá vanligu kristnu tríeindina. Charles Taze Russell stovnaði í 1870-unum bólkin sum í dag kallar seg Jehova Vitni. Í fyrstuni vórðu tey nevnd Bíbliunæmingarnir. Men í 1931 tóku tey við bíbilska navninum Jehova Vitni. Samskipanin, sum byrjaði í smáum, er nú vaksin so mikið, at 8.340.847 vitni íðin boða í flestum londum kring heimin. Jehova Vitni eru serliga kend fyri at boða boðskap sín dyr-til-dura, har tey eisini útvega fólki, ið bjóða teimum inn, bøkur og annað tilfar. Eisini taka Jehova Vitni ikki ímóti blóði, og gera heldur ikki hernaðartænastu, sum hevur skapað stríð í ymiskum londum. Tey hátíðarhalda ikki jól, páskir ella føðingardagar, tí teir verða mettir at vera heidnir heilidagar og ikki í sambæri við kristindóm. Jehova Vitni halda, at Sátan eigur verðsliga heimin og síggja hann sum spiltan, tí avmarka tey samband við verðsliga heimin og fólkið. Fyri at fáa limir at akta, verða summir onkuntíð skildir frá øðrum fólki, um teir hava gjørt okkurt skeivt sambært Jehova Vitnum.

Flestu samkomur Jehova Vitna hava møti tríggjar ferðir um vikuna. Frálæra Jehova Vitna er grundað á Bíbliuna. Møtini byrja og enda við bøn, og á flestu møtunum er eisini "andaligur lovsongur". Atgongdin er ókeypis, og eingin innsavning fer fram. Flestu samkomur halda møti í einum ríkissali. Talan er vanliga um einfaldar bygningar, sum sjálvboðin vitni hava reist. Hvørki halgimyndir, krossar ella annað slíkt er at finna í ríkissalinum. Útreiðslur bólksins verða goldnar við sjálvbodnum gávum.

Í øllum samkomum eru elstar ella umsjónarmenn, sum stíla fyri undirvísingini í samkomuni. Teir hava samkomutænarar at hjálpa sær. Hesir menninir eru ikki hevjaðir yvir hini í samkomuni. Teir verða ikki nevndir við serligum heitum. Teir eru ikki øðrvísi ílatnir enn onnur. Og teir fáa ikki løn fyri sítt arbeiði. Hinir elstu taka sær viliga og við gleði av andaliga tørvinum í samkomuni. Teir kunnu ugga og hjálpa í truplum tíðum. Jehova Vitni halda eisini á hvørjum ári størri og minni stevnur. Tá savnast fleiri samkomur um eina serliga skrá við undirvísing úr Bíbliuni. Á øllum stevnunum er dópur av nýggjum lærisveinum fastur táttur á skránni.

Alheims høvuðsskrivstovan Jehova Vitna er í New York í USA. Har situr Stýrandi Ráðið, ein bólkur av royndum elstum, sum leiðir ta heimsumfatandi samkomuna. Annars eru eisini meira enn 100 deildarskrivstovur kring heimin. Á teimum arbeiða sjálvboðin við at framleiða og senda bíbilskan lesnað. Boðanararbeiðið á staðnum verður eisini skipað haðani.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið