Jump to content

Niger

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
République du Niger
Flagg Tjóðveldið Niger
(Flagg Tjóðveldið Niger)
Skjaldarmerki Tjóðveldið Niger
(Skjaldarmerki Tjóðveldið Niger)
Tjóðarslagorð: "Fraternité, Travail, Progrès"
Tjóðsangur: "La Nigérienne"
Alment mál Franskt, tjóðarmál: Hausa, Fulfulde, Gourmanchéma, Kanuri, Zarma, Tamasheq
Høvuðsstaður Niamey
Forseti Mohamed Bazoum
Forsætisráðharri Ouhoumoudou Mahamadou
Fullveldi 3. august 1960
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,267,000 km²
0.02  %
Íbúgvar
 - tilsamans 2020
 - tættleiki
 
22,772,361
12.85/km²
Gjaldoyra CFA Frankur
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .ne
Telefonkota +227

Tjóðveldið Niger (alment franskt heiti République du Niger) er eitt stórt land í Vesturafrika. Niger er eitt av fátækastu londunum í heiminum, og er í løtuni á markinum til hungursneyð. Tey flestu av teimum stívliga 16 milliónum fólkunum í Niger búgva í turra Sahellendinum, ið gongur sum ein smalur geiri tvørtur um syðra part í landinum. Norðan fyri Sahel er stóra og ómilda Sahara, har tuaregarnir búgva.

Stóra landið Niger er umgyrt av øðrum londum og hevur ikki mark út ímóti sjónum. Niger hevur mark við Algeria og Libya í norðri, Mali og Burkina Faso í vestri, Benin og Nigeria í suðri og Kjad í eystri.

Í Nildalinum og við Nigeránna hava menn í 4000 ár velt korn. Hetta vísir okkum, at meðan ísøldin ráddi í Evropa, og har var fátt við fólk, var í Vesturafrika eitt yðjandi lív av fólki, sum dugdi m.a. at velta jørðina, smíðja jarn, gera vakrar lutir og málningar.

Í Niger búgva umleið 16 mió. fólk og landið er mett at vera heimsins næstfátækasta land. 61 % av fólkinum livir undir fátækramarkinum [1], ið er 1 USA-dollari um dagin. Týdningarmesta samferðsluleið er Nigerá, ið er einasta stóra á í landinum. Lítið annað náttúrutilfeingi enn uran er í Niger. Tað veitti landinum góða inntøku í 1980-árunum.

Landbúnaður

[rætta | rætta wikitekst]

Hóast stjórnin hevur roynt, hevur kortini ikki eydnast enn at gera landið sjálvbjargið til mat. Nógvir pengar hava verið brúktir og nógv arbeiði gjørt til tess at fáa landbúnaðin at geva meira av sær. Flestu fólk eru kortini fátæk og lívbjarga sær við at halda húsdýr ella dyrka jørðina í tí lítla lendi, ið er nýtiligt til landbúnaðarlendi. Tey allarflestu, umleið níggju av tíggju fólkum hava bara jørðina at lita á. Ikki er hugsingur um at velta, fyrr enn komið er so langt suður, at miðalavfallið fer upp um 300 mm. um árið ella meira. Regnar ikki, noyðist landið at keypa korn. Nógvastaðni á búnaðarlendinum búgva bøndur, sum hava nógv neyt. Á hvørjum ári floymir Nigerá upp um áarbakkarnar. Tað ið áin minkar aftur, kvíka bøndurnir sær at sáa rís, grønmeti, jarðnøtir, korn og bummull í nýtaðaðu og fruktagóðu jørðina, ið hevur staðið undir í vatni. Lendið fram við Nigerá er eisini beiti hjá neytum og øðrum húsdýrum.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Landið Niger er gott og væl til støddar sum tey skandinavisku londini. Tað liggur millum Kjad og Mali í Vesturafrika. Meginparturin av Niger er ónýtt oyðimørk ella turr og svidnað hálvgum oyðimørk. Íbúgvarnir, góðar 16 milliónir í tali, búgva fyri tað mesta har suðuri í landinum. Har norðuri eru oyðimørk og hálvgumoyðimørk, sum eru næstan 60 % av landsins vídd.

Turkur er stórt vandamál í hesum parti í Vesturafrika.

Tíðarskeiðið 1969 til 1973 var óvanliga turt, og um tað mundið og nakað seinni mistu bøndurnir í Niger 7 av hvørjum 10 oksum. Onkustaðni hóraði bert ein einasti av hvørjum 10. Longu í 1982 var neytatalið tó vorðið tað sama sum fyri tey turru árini. Hetta er gamla lagið hjá neytabøndunum. Hvørja ferð turkurin hevur fingið sín part av skipanini, skunda teir sær at seta við av nýggjum. Og roynt verður at fáa fleiri neyt, enn teir høvdu fyri turkin. So hava teir nakað niður fyri næstu ferð, turkur verður. Onnur orsøk til, at neytatalið veksur, er vaksandi íbúgvatalið. Tess meira fólk, tess meira neyt. Íbúgvavøksturin er 3,63 % um árið [2]. Hetta er ein tann skjótasti vøksturin í øllum Afrika. Íbúgvatalið verður tvífaldað eftir bara 20 árum. Henda brádliga viðsetingin av fenaði hevur borið í sær, at jørðildið hvørvur. Hetta fyribrigdið verður á fremmandum máli rópt erosjón.

Turkurin, sum javnan hevur verið í Norðurniger síðstu árini, hevur gjørt, at mangir tuaregar hava mist fenað sín og liva ikki longur sum flakkfólk. Mangir eru farnir suðureftir at fáa mat og arbeiði. Nú tuaregar eru vorðnir búfastir, eru summir teirra farnir at stríðast fyri, at teir skulu hava egið ríki.

Djóralívið

[rætta | rætta wikitekst]

Oyðimarkar-antilopur, sum til dømis addaksurin, stendur seg í økjum, sum ikki føða húsdýr. Tað eggjahvítaevnið, tær útvega oyðimarkarfólki, er av stórum týdningi. Til tess at verja addaksin, svørðoryksin og mong gasellu sløg, sum halda til á turrlendi, hevur stjórnin í Niger í samstarvi við Heimsnáttúruverndargrunnin sett upp eitt ovurstórt friðøki í oyðimørkini, so tey nevndu dýrini fáa skjól og trívast.

Brennievni

[rætta | rætta wikitekst]

Fólki tørvar okkurt til brenni, eru tey køld ella ætla at matgera, og ikki minst tí er oyðimørkin í vøkstri í Niger. Gamalt er at nýta træ ella trækol. At kalla ongar aðrar orkukeldur eru her um leiðir. Tá ið fólkatalið veksur, verður gravgangurin eftir brenniviði enn størri. Onkustaðni í Niger mugu kvinnurnar ganga upp í 50 km. eftir brenni. Asnar verða havdir at reiða brenni. Ungu trøini, plantað ella sjálvsádd, røkka ikki líkinda hædd, tá ið tey verða feld. Hetta er ein tann mesti vandin har hálvgum oyðimørk er. Saman við tí, at geit og neyt bíta grasið í rót, er viðjatørvurin til brenni orsøkin til, at náttúran verður avlagað. Tá verður eisini beint fyri lívskor teirra, sum búgva har. At eingi trø eru, er meint fyri smáídnaðin, tí viðurin er orkukeldan. At oyðimørkin otar seg fram, er sorgarleikur hjá teimum fólkum, ið verða beinleiðis rámt av hesari náttúruvanlukku.

  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-11-13. https://web.archive.org/web/20121113083408/http://epri.org.za/wp-content/uploads/2011/03/37-Niger.pdf. Heintað 2012-08-15. 
  2. http://www.indexmundi.com/niger/population_growth_rate.html
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið