Kamerun
| |||
Tjóðarslagorð: "Paix – Travail – Patrie" (franskt) "Peace – Work – Fatherland" (enskt) | |||
Tjóðsangur: "Ô Cameroun, Berceau de nos Ancêtres" (franskt) "O Cameroon, Cradle of our Forefathers" (enskt) | |||
Alment mál | Franskt og enskt | ||
Høvuðsstaður | Yaoundé | ||
Forseti | Paul Biya | ||
Forsætisráðharri | Joseph Ngute | ||
Fullveldi | 1. januar 1960 (frá Frakland) 1. oktober 1961 (frá Stóra Bretlandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
475 442 km² 1,3 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
20 549 221 35,7/km² | ||
Gjaldoyra | CFA frankur (XOF) | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .cm | ||
Telefonkota | +237
| ||
Tjóðveldið Kamerun (franskt République du Cameroun, enskt Republic of Cameroon) er eitt land í Miðafrika. Mong fólkasløg búgva í Kamerun, og landslagið er margbroytt. Í norðri hevur Kamerun mark við Kjad og Nigeria, í eystri við CAR, í vestri við Nigeria, og í suðri við Kongo, Gabon og Ekvatorguinea. Fólkatalið í landinum er 20,5 millionar [1]. Høvuðsstaðurin eitur Yaoundé [2].
Í Miðafrika báðumegin miðkring eru tað stóru, grøðiligu regnskógirnir og ovurstóra Kongoá, sum eyðkenna landslagið. Tað var her, ræðuligi trælahandilin, ið evropearar settu í verk, byrjaði í 14. øld, síðst í 19. øld vórðu øll londini í Miðafrika evropeisk hjálond.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Í Kamerun hava politiksu viðurskiftini verið trygg. Í hesum øki, sum hevur havt stórar trupulleikar, síðan tað loysti frá hjálandaharrum sínum, hevur Kamerun gingist betur enn flestum londum her, skilagóðum stjórnarpolitikki fyri at takka [3].
32,1 % av fólkinum eru ikki lesifør og 30 % av fólkinum er arbeiðsleys [4].
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Við strondina er slættlendi, og har regnar illa, norðari er hálendi og minni avfall, og norðast er ein smalur geiri heilt norður at mýrunum við Kjadvatn.
Veðurlag
[rætta | rætta wikitekst]Tropurnar eru har, sum heitast er, og har sum sólin stavar beint niður á jørðina. Orðið tropur merkir heitt veðurlag. Mitt í tropunum á ekvatorleiðini er bæði nógvur hiti og nógv avfall. Á ekvatorleiðini kemur sólin upp kl. 6 hvønn morgun og fer niður kl. 6 hvørt kvøld. Tá ið sólin kemur upp um morgunin, er himmalin heiður, turt og sólskin, hitin er eini 28-32 °C (82-89° í miðal hvønn einasta dag.
Tá ið komið er út um middag, tjúknar hann av, og regnið fer at oysa. Hetta regn heldur á einar tríggjar-fýra tímar, so tynnir hann aftur í luftina, og teir seinastu tímarnar av degnum er aftur klárur heiður, ikki skýggj fyri sól. Í tropunum er miðalhitin tann kaldasta mánaðin í árinum minst 17 °C. Í tropunum frystir hann ongantíð, og kavi er ikki at síggja.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Mestu inntøkurnar í Kamerun eru av olju og øðrum náttúrutilfeingi, til dømis aluminiumsmálmi, gulli og jarni. BTÚ fyri hvønn íbúgva í landinum er $ 2300 (11 860 DDK).
Skógarvinna
[rætta | rætta wikitekst]Skógarvinnan í Kamerun vindur upp á seg. Har eru stórir regnskógir, og landið flytur út mahogni, íbinholt og tekk. Ein meinbogi fyri skógarvinnuna er, at vegakervið er vánaligt, og í regntíðini er næstan ikki framkomandi.
Regnskógurin hvørvur
[rætta | rætta wikitekst]Regnskógirnir, har apurnar halda til, verða høgdir og minka skjótt. Nýgróðursett trø verða skjótt høgd aftur at fáa til dømis timbur, so tey gagna lítið sum tilhald hjá plantum og djórum. Nógv apusløg eru hótt. Tær liva í flokkum og berjast av og á við flokkar í grannaøkinum. Sjimpansurnar halda til langt inni í regnskógunum í Kamerun. Hildið verður, at tilsamans eru 35 000 frælsar sjimpansur, og eru tær spjaddar ógvuliga víða [5].
Stór, ónomin øki í Kamerun verða oyðiløgd, tí tørvurin á brenni og viði er stórur. Nú eru tó nógv øki friðað sum dýraverndargarðar at verja dýralívið. Koruptjóðgarðurin í Vesturkamerun er helst seinasta økið í Kamerun, har regnskógurin hevur fingið frið. Tað eru ótrúliga mong djórasløg í Kamerun. Í regnskógunum eru til dømis sjimpansur og gorillur.
Uttanlandshandil
[rætta | rætta wikitekst]Inn- og útflutningurin av vørum, skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2009, sær soleiðis út sambært CIA World Factbook:
Útflutningur | Innflutningur | |
---|---|---|
1. | Niðurlond 13,99 % | Frakland 21,03 % |
2. | Spania 12,25 % | Nigeria 10,79 % |
3. | Italia 11,84 % | Kina 10,25 % |
4. | Kina 9,14 % | Belgia 6,62 % |
5. | USA 6,16 % | USA 4,31 % |
6. | Frakland 5,51 % | |
7. | Suðurkorea 4,66 % | |
8. | Belgia 4,33 % | |
9. | Bretland 4,0 % |
Ídnaður
[rætta | rætta wikitekst]Sum í grannalondum sínum fyri sunnan, Kongo og Gabon, hevur landið vunnið nógvan pening av olju og hevur brúkt hann at menna ídnaðin.
Landbúnaður
[rætta | rætta wikitekst]Flestir bøndur í Kamerun velta bæði til sín sjálvs og at selja, hava tað, vit rópa sjálvbjargnisbúnað og marknaðarbúnað. Í Norðurkamerun, har lítið avfall kemur niður, er vanligt at dyrka hirsu. Hirsa, ið er korn, veksur væl, hóast jørðin ikki er so góð, og veðurlagið er rættiliga turt. Hirsa verður m.a. nýtt til at bryggja øl. Tá verður kornið turkað og malið og latið í stórar krukkur og sett at gera. Í Kamerun hava tey eisini lagt seg eftir at dyrka fjølbroytta marknaðargrøði at flyta út, til dømis oljupálmar, kaffi og bananir.
Fólk
[rætta | rætta wikitekst]Fleiri enn 250 fólkasløg og ættarbólkar eru í Kamerun [6], og fáastaðni í Afrika eru so mong fólkasløg og mentanin so fjølbroytt. Fyri norðan eru muslimsk flakkfólk, til dømis fulaniar, fyri sunnan eru skógarfólk, ið trúgva á afrikanskar náttúruátrúnaðir. Flestu fólk eru trúfastir bøndur, ið halda neyt og dyrka nóg mikið til egna nýtslu. Bydirnar eru smáar, ofta bara nøkur fá húski. Húsini eru bygd av greinum, sum eru stungnar niður í jørðina og samanbundnar í erva. Greinarnar eru taktar uttan við grasi og leyvi.
Miðallívsævin í landinum er 54 ár [7]. Í 2009 vóru í Kamerun fráboðaðir 610,000 tilburðir av eyðkvæmi. HIV-virus elvir til eyðkvæmi, og eyðkvæmi er navnið á sjúkuni, tá ið hon er brotin út. Tað kunnu taka nógv ár, frá tí at tú ert vorðin smittað, til sjúkan kemur so nógv fyri seg, at sjúkueyðkenni vísa seg. Hóast eingi sjúkueyðkenni eru, kann tann, ið er smittaður, smitta onnur.
Átrúnaður
[rætta | rætta wikitekst]Hagtølini eru grundað á CIA World Factbook (2009).
- Kristindómur 40 %
- Afrikanskir átrúnaðir 40 %
- Islam 20 %
Lutheranisma
[rætta | rætta wikitekst]Tann evangelisk-lutherska kirkjan í Kamerun hevur 320 000 limir. Hetta er tríggjar ferðir so nógv sum fyri sløkum 20 árum síðani. Fyrst í nítiárunum hevði kirkjan umleið 100 000 limir [8]. Tá virkaði kirkjan í nøkrum landspørtum, serliga í Adamaoua-økinum. So við og við hevur kirkjan stovnað kirkjulið í flestu stóru býunum í landinum. Orsøkin til vøksturin og útbreiðsluna av kirkjuni, er millum annað, at limir, ið eru fluttir, hava stovnsett nýggj kirkjulið í nýggjum økjum. Í alt telur kirkjan í dag 1 500 kirkjulið.
Mentan
[rætta | rætta wikitekst]Kamerun hevur ríka og ógvuliga fjølbrotta mentan.
List
[rætta | rætta wikitekst]Allastaðni gera tey virðismikið listarhandverk.
Tónleikur
[rætta | rætta wikitekst]Í Kamerun er trumman mest týðandi ljóðførið. Her, eins og syðri og eystari í Afrika, eru tað ofta dansifólk og tónleikafólk, ið spæla, tá ið veitslur eru. Allastaðni í Kamerun hoyrir tú tónleik, sum verður leiktur á alskyns fólkatónleikaraljóðføri. Best umtókta kamerunska tónleikagreinin er makossa, sum er blandingur av rútmukendum afrikonskum tónleiki og soultónleiki, ið er óførur at dansa eftir [9]. Makossa er yndistónleikur fólksins í øllum Miðafrika.
Ítróttur
[rætta | rætta wikitekst]Fótbóltur
[rætta | rætta wikitekst]Eftir at hava staðið seg væl í kappingum um afrikameistaraheitið og í heimsmeistarakappingini, er kamerunska landsliðið í mansfótbólti vorðið eitt tað besta í Afrika. Fólkið í Kamerun er heilt burturhugað í fótbólti, og bæði í matarløtum og um kvøldið eftir arbeiðstíð spæla fólk fótbólt allastaðni, har lendið er so frægt slætt, at tey fáa spælt.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.infoplease.com/ipa/A0107382.html
- ↑ http://www.infoplease.com/ipa/A0107382.html
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-07-27. https://web.archive.org/web/20130727042331/http://www.worldreport-ind.com/cameroon/index.htm. Heintað 2011-06-30.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-05-15. https://web.archive.org/web/20200515103416/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/cm.html. Heintað 2011-06-30.
- ↑ http://www.blueplanetbiomes.org/chimpanzee.htm
- ↑ http://www.finn.no/finn/travel/theme/object?finnkode=22534560[deyð leinkja]
- ↑ http://www.indexmundi.com/cameroon/life_expectancy_at_birth.html
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-12-14. https://web.archive.org/web/20111214124557/http://www.idag.no/aktuelt-oppslag.php3?ID=17013. Heintað 2011-06-30.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2010-06-16. https://web.archive.org/web/20100616034009/http://afropop.org/explore/style_info/ID/9/Makossa/. Heintað 2011-06-30.