Liberia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Republic of Liberia
Lýðveldið Liberia
Flagg Liberia
(Flagg Liberia)
Skjaldarmerki Liberia
(Skjaldarmerki Liberia)
Tjóðarslagorð: «The love of liberty brought us here»
Tjóðsangur: «All Hail, Liberia, Hail!»
LocationLiberia.svg
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Monrovia
Forseti Ellen Johnson-Sirleaf
Varaforseti Joseph Boakai
Fullveldi 26. juli 1847
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
97 079 km²
13,51 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2008
 - tættleiki
 
3 476 608
35,81/km²
Gjaldoyra Liberiskur dollari (LRD)
Tíðarøki UTC
Økisnavn á alnetinum .lr
Telefonkota +231

Liberia ella Lýðveldið Liberia (enskt; Republic of Liberia), er eitt lítið land í Vesturafrika. Liberia hevur mark við Sierra Leona, Guinea og Fílabeinsstrondin. Liberia er meint rakt av borgarakrígnum, sum hevur herjað landið fram til 2005. Fleiri hundraðtúsund fólk vórðu noydd at rýma úr landinum, og búskaparstøðan í landinum er hættislig. Landið er skuldarbundið upp um háls og herðar, og er í dag bundið av útlendskari menningarhjálp.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Liberia gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1847 og hevur ongantíð verið hjáland. Tí er landið elsta frælsa lýðveldið í Afrika. Í 19. øld hjálpti felagsskapurin American Colonization Society túsundtals leyslatnum trælum at fara úr USA og heim aftur til hetta landið í Afrika. Hetta varð upprunin til landsnavnið Liberia, sum merkir frælst land. Liberia hevur enn nógv samband við USA.

Fólk, ættað frá leyslatnum trælum í USA, høvdu havt valdið í Liberia, til hernaðarkvett varð gjørt í 1980. Høvuðsmaður fyri tí var Samuel Doe (f. 6. mai 1951 – d. 9. september 1990), ið var av krahnættini. Ættarstríð brast á, og í 1990 elvdi uppreistur ímóti Doe til borgarakríggj. Doe varð dripin, og eitt fleirtjóðað vesturafrikanskt herlið gjørdi innrás í Liberia. Tað setti eina bráðfeingisstjórn at stýra, men bardagarnir hildu fram upp ígjøgnum 1990-árini.

Í 2001 samtyktið ST at seta handilsbann móti útflutningi av timbri og diamantum úr Liberia. Hesin útflutningur var brúktur til fígging av vápnaðum bólkum til bardagar, sum kostaðu mongum sivilum lív og sorg. Dimantarnir verða í USA kallaðir blood dimamonds ella blóðugu diamantarnir. ST setti krav um at mynduleikanir í Liberia skuldu steðga hesum sorgarleiki, so at útflutningurin kundi koma fólkinum til góðar.

Í juni í 2007 var gjørd avtala við stjórnina í Liberia um hvussu sorgarleikurin skuldi stegðast, so handilsbanni kundi takast av. Landið fekk fyribils loyvi at útflyta timbur aftur. Á fundinum í ST-trygdarráðnum í 2007 kundi staðfestast at lóg og reglur sum steðgaðu óskilinum við timbri vóru gjørdar og kunngjørdar, meðan trupuleikin við diamantunum enn ikki var loystur [1].

Borgarakríggj var í Liberia til 2005, og fleiri hundrað túsund fólk vórðu noydd at rýma av landinum.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Ein av høvuðsatvoldunum, at Liberia hevur havt nógv samband við USA, er, at amerikanskar fyritøkur eiga stórar gummilundir í landinum. Tær hava í mong á verið av størstu arbeiðsplássum í landinum og hava verið týðandi inntøka hjá Liberia. Kenda amerikanska dekkfyritøkan Firestone hevur verið ein av fremstu fyritøkunum í liberisku gummivinnuni, sum setur úr gummitrænum, tá ið djúpar flikur verða ristar í børkin á tí.

Búskaparstøðan er hættislig, og landið er skuldarbundið upp um háls og herðar. Síðan 1990 hevur verið borgarakríggj her, og búskapurin í landinum er fullkomiliga oyðilagdur.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Seinastu árini hevur verið stríð ímillum ymisku fólkasløgini í Liberia, til dømis ímillum kpella-, bassa- og krufólkið. Stríðið harðnaði, og í 1990 brast á borgarakríggj í landinum. Kríggið hevur elvt til miklan skaða og steðgað búskapinum, sum var veikur frammanundan. Helvtin av fólkinum hevur verið noydd at flýggja heiman, og fólk hava svøltað, tí at soilt hevur verið at útvega mat í krígsherjaða landinum. 200 000 børn eru foreldraleys í Liberia.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Landslutir[rætta | rætta wikitekst]

Landslutir í Liberia.

1. Bomi
2. Bong
3. Gbarpolu
4. Grand Bassa
5. Grand Cape Mount
6. Grand Gedeh
7. Grand Kru
8. Lofa
9. Margibi
10. Maryland
11. Montserrado
12. Nimba
13. River Cess
14. River Gee
15. Sinoe

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://news.bbc.co.uk/2/hi/africa/6602173.stm

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]


Lond í Afrika
Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kap Verde | Kenja | Kjad | Komoroyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Miðafrikalýðveldið | Mosambik | Móritania | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Suðursudan | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið