Benin
| |||
| Tjóðarslagorð: "Fraternité, Justice, Travail" (føroyskt: Brøðralag, Rættvísi, Arbeiði) | |||
| Tjóðsangur: "L'Aube Nouvelle" | |||
![]() | |||
| Alment mál | Franskt | ||
| Høvuðsstaður | Porto-Novo | ||
| Forseti | Patrice Talon | ||
| Forsætisráðharri | Patrice Talon | ||
| Fullveldi | 1. august 1960 (frá Fraklandi) | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
112,622 km² 0.02 % | ||
| Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
8 791 832 78.1/km² | ||
| Gjaldoyra | CFA frankur (XOF) | ||
| Tíðarøki | UTC +1 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .bj | ||
| Telefonkota | +229 | ||
Tjóðveldið Benin (á fronskum République du Bénin) er eitt vesturafrikanskt tjóðveldi, sum móti vestri hevur mark móti Togo, móti eystri er markið móti Nigeria og í norðan móti bæði Niger og Burkina Faso.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Seinast í 17. øld vórðu grundað nýggj ríki sum Denkyira, Dahomey (Benin) og Asante í Vesturafrika. Ríkini vórðu væl skipað og løgdu stóran dent á handil, helst úti við strendurnar, og semja var um at forða fyri, at evropeiskar handilsmenn løgdu seg oman á handilin. Denkyira og Asante vóru í Akanlandinum við Gullstrondina. Fyri ikki at koma at standa undir Dahomey fluttu ymsir ættbólkar norðureftir og fingu ræðið í handilsbýnum Tafo. Um 1680 grundaði asantehøvdingurin Osei Kofi Tutu I (1680-1717) nýtt kongsríki, kallað Asante, við høvuðsstaði í Kumasi, hann fekk tignarheitið asantehene. Osei fekk sær sín egna her, sum í 1701 sigraði á Denkyira og slapp Asante undan at rinda skatt. Í 1717 fell Osei í einum marknabardaga, men tá var Asanteríkið savnað. Eftirmenn hansara vuksu nógv um kongsríkið við herferðum og skilagóðum handilsvirksemi. Á hvørjum ári savnaðist asantefólkið á stórari stevnu. Tey fegnaðust um vald ríksins.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Sum grannalandið fyri vestan, Togo, er Benin langt, smalt land, frá strondini við Atlantshav og norður at Nigerá.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Landið er fátækt, men har gongur framá búskaparliga. Uttanlandshandilin, helst handilin við landbúnaðarvørum, sum til dømis kakao, kaffi og bummull, er nógv vaksin.
Mentan
[rætta | rætta wikitekst]Vesturafrikonsk list varð gitin víða um. Niðurlendingar, sum komu hagar í 1500-1600, bóru Beninbý saman við t.d. Amsterdam í Evropa [1]. Handverkararnir úti við strendurnar gjørdu træskurðir, saltíløt úr fílabeini, skeiðir, gaflar, armbond, veiðihorn og vóvu klæði. Inni í landinum í Benin vórðu træskurðir, stoyttar metalmyndir, og skornar myndir úr viði, steini, fílabeini, messingi, leiri og bronsu gitnast og best umtóktar. Í sambandi við ymsar siðir bóru obain og høvdingar hansara prýðilig vápn.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Fólkaræði
[rætta | rætta wikitekst]Landið, sum áður æt Dahomey (gamlanavn sítt Benin fekk tað aftur í 1975), loysti frá Fraklandi í 1960. Síðan tá hava fleiri hernaðarstýri skiftst um at stýra, og landið hevur eisini havt einflokkaskipan. Benin var fyrsta land í Afrika, sum skifti frá einflokkaskipan til fólkaræðiliga fleirflokkaskipan. Tað var í 1991.
Deyðarevsing
[rætta | rætta wikitekst]Í Benin er deyðadómur. Í løtuni eru í minsta lagi 14 fólk dømd til deyða í Benin. Ongin hevur verið tikin av døgum í Benin tey seinastu tjúgu árini, hóast revsilógin hevur loyvt deyðarevsing. Seinasta deyðarevsing í Benin fór fram í 1987. Tjóðartingið atkvøddi í 2011 fyri at ratifisera altjóða sáttmálan, sum bannar deyðarevsing [2].

