Kakao
Kakaoplantan hoyrir til í tropiska regnskóginum. Árshitin skal í meðal vera umleið 25 ºC og helst ikki víkja frá meira enn 10 ºC hvønn vegin. Avfallið skal vera uml. 200 cm, væl javnað alt árið. Fruktin á kakaotrænum er eitt uml. 20 cm langt hylki. Í hylkinum liggja kakaobønirnar við fruktkjøti uttanum. Tá ið hylkini eru tikin, verða tey klovin, og fruktkjøt og bønir verða løgd út at turka í sólin. So skorpnar fruktkjøtið burtur, og bønirnar gera og missa beiska smakkin, sum annars er at teimum. Síðan verða bønirnar reinsaðar og fyltar í sekkir, lidnar til útflutnings. Í innflutningslondunum verður fitievnið vunnið úr bønunum. Tað verður m.a. nýtt til smyrsl. Av tí, sum eftir er, verður gjørt kakaopulvur, soleiðis sum vit kenna tað. Týdningarmestu kakaolondini í 2012 eru Fílabeinsstrondin, Indonesia, Gana, Nigeria, Kamerun, Brasil og Ekvador.
Land | Framleiðsla í 2012 (tons)[1] |
Prosent av heimsframleiðsluni |
---|---|---|
Fílabeinsstrondin | 1 650 000 | 34.7 % |
Indonesia | 936 000 | 20.6 % |
Gana | 879 000 | 13.8 % |
Nigeria | 383 000 | 5.9 % |
Kamerun | 256 000 | 5.9 % |
Brasil | 253 000 | 4.7 % |
Ekvador | 133 000 | 3.7 % |
Meksiko | 83 000 | 0.9 % |
Keldulisti
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". http://faostat.fao.org/site/339/default.aspx. Heintað 2014-10-14.