Arábiskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Arabic albayancalligraphy.svg
Útbreiðslan av tí talaða arábiska málinum.

Arábiskt mál (arábiskt; الْعَرَبيّة, al-ʿarabiyyah ella bara عَرَبيْ ʿarabī), er í afroasiatiska málættin, semitiska greinin. Um 206.000.000 fólk tosa okkurt frábrigdi av arábiskum. Hóast standardarabiskt, sum er eitt tillagað frábrigdi av klassiskum arábiskum, er alment mál í arábiskum londum, eru tað vanliga bert fólk við góðari útbúgving, sum duga tað hampiliga væl. Koranin er skrivað á klassiskum arábiskum, sum er átrúnaðarligt mál hjá muslimum. Tað arábiska alfabetið hevur 28 bókstavir og skriftmálið verður skrivað frá høgru til vinstru. Arábiskar dialektir verða talaðar í Norðurafrika (frá Maghreb í Marokko til Egyptaland) og í Miðeystri (frá Palestina/Ísrael til Irak, og úr Sýria til Jemen). Maltesiskt er eisini ein arábisk dialekt.