Grenada

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Grenada
Flagg Grenada
(Flagg Grenada)
Tjóðarslagorð: «Ever Conscious of God We Aspire, Build and Advance as One People»
Tjóðsangur: «Hail Grenada»
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður St. George’s
Kongur Charles III
Forsætisráðharri Keith Mitchell
Fullveldi 7. februar 1974
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
344 km²
1.6 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2005
 - tættleiki
 
110 000
259.5/km²
Gjaldoyra Eysturkaribiskur dollari (XCD)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .gd
Telefonkota +1 473

Grenada (enskt; Grenada) er oyggjaríki í Karibia. St. George’s er bæði høvuðsstaður og størsti býur. Aðrir stórir býir er Grenville og Gouyave. Miðallívsævin í landinum er 65.6 ár. Høvuðsmálið er enskt.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Kort yvir oyggjaríkið Grenada
Kort yvir Grenadisku oyggjarnar

Oyggjaríkið Grenada fevnir um syðra partin av Grenadisku oyggjunum (enskt: Grenadines) í Karibiska Havinum. Oyggjaríkið St. Vincent og Grenadisku oyggjarnar eigur oyggjarnar í norðara parti. Oyggjaríkið Grenada er kallað eftir størstu oynni, sum liggur sunnanfyri. Hinar smærru oyggjar eru norðanfyri.

Gosfjallið Mount Saint Catherine, við 840 metrum til hæddar, liggur í norðara parti á høvuðsoynni og tað er eisini hægsta fjallið í ríkinum.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Frá 1762 til 1974 var Grenada bretskt hjáland, men landið gjørdist sjálvstøðugt land í 1974. Í 1979 tók Maurice Bishop forseti valdið og eitt fleirtjóðaherlið við USA á odda gjørdi innrás.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Fólkið er ættað úr Afrika, Evropa og Asia, og burtur úr tí er sprottin egin og lívligan mentan, sum leggur stóran dent á tónleik og dans. 4 % av fólkinum eru ikki lesifør.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Týðandi vinnuvegir eru bananir, kakao og ferðavinna.

Bara Indonesia dyrkar meira av muskatnøt enn Grenada, sum dyrkar um fjórðingin av allari muskatnøt, nýtt verður í heiminum. Muskatnøt verður nýtt sum krydd í heitum rættum og bakstri. Muskattræið er komið úr Indonesia, og tað vóru niðurlendingar, ið tóku tað við sær til Grenada í 19. øld. Træið trívst væl í fruktagóðu gosøskujørðini, og har er eisini lýtt og nógv avfall. Oljan úr muskatnøtini verður nýtt til luktilsi og sápu. Malin muskatnøt verður nýtt til matgerð.

Bananir, sum vaksa væl í nógvum hita og nógvum regni, eru týdningarmikil útflutningsvøra. Men javnan er vandi fyri, at banangrøðin misferst, tá ið ódnir herja.

Ingifer, kanel, pipar og kryddnelikur vaksa eisini í oynni. Ingiferrótin verður nýtt fesk ella turkað og ofta malin. Rótin verður nýtt til krydd.

Ferðavinna hevur eisini stóran týdning í Grenada.

Uttanlandshandil[rætta | rætta wikitekst]

Útflutningur Innflutningur
1. St. Lusia 18.8 % Trinidad og Tobago 33.7 %
2. Antigua og Barbuda 12.8 % Sambandsríki Amerika 24.2 %
3. Sankt Kitts og Nevis 11.5 % Stóra Bretland 4.3 %
4. Dominika 11.4 % -
5. Sambandsríki Amerika 11.4 % -

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið