Martinique

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Martinique
Flagg Martinique
(Flagg Martinique)
Tjóðarslagorð: Liberté, égalité, fraternité
Tjóðsangur: La Marseillaise
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Fort-de-France
Forseti François Hollande
Forsætisráðharri Serge Letchimy
Fullveldi Einki a
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,128 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
386,486
340/km²
Gjaldoyra Evra
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .fr
Telefonkota +596
a Er hjáland til Fraklandi.

Martinique er ein oyggj í Karibiska havinum og politiskt hoyrir til Frakland.

Fólkatalið er umleið 386.000 íbúgvar. Høvuðsstaðurin eitur Fort-de-France, og hevur 94.049 íbúgvar í sjálvari kommununi, og 134.727 íbúgvar í øllum Fort-de-France-økinum. Hetta ger Fort-de-France til ein av størstu býunum í Karibia.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Í 1502 setti Kristoffur Kolumbus segl og fór undir fjórðu og seinastu ferðina um Atlantshav. Tann 15. juni 1502 setti hann fótin á land og kannaði oynna í tríggjar dagar. Oyggin æt upprunaliga Madanina, Madinina ella Matanino.[1][2]

Martinique gjørdist franskt hjáland í 1635, og hevur síðan hoyrt til Frakland burtursæð frá styttri tíðarskeiðum, har ið oyggin var hersett av Stórabretlandi. Oyggin er nú ein av Fraklands 26 regiónum og sostatt eisini ein partur av Evropeiska Samveldinum. Mynteindin er evran.

Gosfjallið Mount Pelee[rætta | rætta wikitekst]

Mt. Pelee í 1902

Í 1902 varð størsti býurin á Martinique, Saint-Pierre, lagdur í oyði, tá ið vulkanin Mount Pelee fór at goysa ógvusliga, og nærum øll fólkini í býnum, umleið 28.000, lótu lív í náttúruvanlukkuni.

Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. S. 72: De orbe novo, the eight Decades of Peter Martyr d'Anghera, archive.org
  2. S. 360: De orbe novo, the eight Decades of Peter Martyr d'Anghera, archive.org