Hallgrímskirkja
Appearance
Hallgrímskirkjan í Reykjavík er tann størsta kirkjan í Íslandi. Tað tók umleið 30 ár at fáa hana lidna. Hon hevur eitt sera høgt torn, og ein lyfta gongur upp í tornið. Har kanst tú síggja út yvir allan býin, og tað eru nógv ferðafólk, sum velja hesa upplivingina. Uttanfyri kirkjuna er ein standmynd av Leivi Eirikssyni, sum fann Vínland (Amerika). Hon er ein gáva úr Sambandsríki Amerika.