Jóhanna Sigurðardóttir
Jóhanna Sigurðardóttir (f. 4. oktober 1942 í Reykjavík) er ein íslendskur kvinnuligur politikari. Hon var forsætisráðharri í Íslandi og leiðari av samgonguni, sum hevur fingið heitið "bjarginarstjórnin" frá árinum 2009 til 2013. Jóhanna, sum er limur í íslendska Javnaðarflokkinum Samfylkingini, hevur áður verið almannaráðharri. Hon er fyrsta kvinna, sum er stjórnarleiðari í Íslandi. Ísland hevur tó, áður havt kvinnu sum forseta, Vigdís Finnbogadóttir.
Jóhanna Sigurðardóttir starvaði áður sum flogterna og er gift íslendska rithøvundinum Jóninu Leósdóttur. Hon er samkynd, og sum slík eisini heimsins fyrsti samkyndi stjórnarleiðari, ið livir opið sum samkynd. Jóhanna hevur verið almannaráðharri í tveimum umførum, og hon er kend fyri arbeiði sítt, fyri at bøta um korini hjá rørslutarnaðum, eldri og kvinnum, sum hava verið fyri yvirgangi.