Jump to content

Láturkópur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Láturkópur er einasti kópur, sum leggur í Føroyum.

Láturkópur (latín Halichoerus grypus) er tann einasti kópur í Føroyum. Láturkópur er morgráur um bakið við dimmum blettum, men ljósari undir búkinum. Hann heldur til í gjáum, sum myrk hol ganga frá langt inn í bergið, og tey eru nevnd látur. Kópurin heldur seg javnan uttan um látrini, og tá ið líður móti mikkjalsmessu, fer opnan inn á botn og upp á turt at leggja. Sum navnið sigur, so heldur hann til, har ið látur eru. Láturkópur er einasti kópur, sum nørist undir Føroyum; her verður stovnurin hildin at vera 3000-5000 kópar. Opnan kann gerast meira enn 40 ára gomul, men brimilin verður sjáldan meira enn 20 ára gamal. Láturkópur, ið vanliga veiðir fisk á botni, er kringur at leita eftir føði og kavar lættliga niður á fleiri hundrað metra dýpi.

Láturkópur kemur longst suður av øllum kópum í Norðurhøvum, og hann er fjølmesti kópur undir Vesturevropa. Hann er í 3 økjum í Norðurhøvum: 1) norðan úr strondunum í Labrador í Kanada suður til Rhode Island í USA, 2) fram við strondunum í Norðurevropa frá Íslandi og Norðurnoregi til Normandí, og 3) í Eystarasalti.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]