Minkur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Wikipedia:How to read a taxoboxHow to read a taxobox
Amerikanskur minkur
Amerikanskur minkur í Maine
Amerikanskur minkur í Maine
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Carnivora
Yvirætt: Mustelinae
Ætt: Mustelidae
Schreber, 1777

Neovison vison

Amerikanskur minkur, ofta bert nevnt minkur (frøðiheiti: Neovison vison), er lítið ránsdjór í márættini. Minkur verða 45-50 cm langur. Hann kemur upprunaliga úr USA og Kanada, men nógvastaðni í Norðurevropa eru eisini villir minkastovnar. Hetta eru minkar, ið eru slopnir úr aligørðum og hava nørt seg. Hann heldur til við vøtn og áir. Í Føroyum hava verið minkagarðar frá 1959 til 1970 og aftur frá 1988 til 1990, men minkar, sum eru rýmdir, hava ikki megnað at lívbjargað sær her. Villur er hann vakurt morreyður við dimmari rót, hann er hvítur um høkuna og kann hava hvítan blett á bringuni. Hann er lágføttur, og ímillum tærnar er nakað av fiti. Kroppurin er 40 cm til 50 cm langur, og halin er 14 til 24 cm. Kallminkurin vigar 1,0 til 1,5 kg, tvær ferðir so nógv sum kvennminkurin. Hann kemur úr USA og Kanada og hevur ongantíð verið búfastur í Føroyum, Íslandi, Grønlandi ella Skandinavia. Hann varð fluttur inn sum alidjór, av tí at skinnið var nógv vert, og sumstaðni er hann rýmdur og er vorðin villur stovnur. Eisini í Føroyum varð rount at ala mink, men tað datt niðurfyri í 1990. Í Grønlandi hava minkagarðar ongantíð verið, og teir minkar, sum fara á land har av fiskiskipum, ið koma úr Kanada, lívbjarga sær ikki. Í Íslandi hevur tað at reka minkagarð verið stórur ídnaður síðan 1931, ofta sum hjávinna á bóndagørðunum, og longu í 1932 rýmdu teir fyrstu minkarnir. Nú er ein villminkastovnur, sum heldur til um at kalla alt Ísland. 



Upprunaliga útbreiðsluøki hjá minkum.
Hann verður 40-50 cm langur og er morreyður við hvítum blettum á bøkuni og onkuntíð á bringuni.

Minkur lagar seg yvirhøvur eftir umstøðunum. Hann tekur tað, hann kemur framá. Minkurin fram við Íslands strendur livir mest av krabbadjórum, fugli og fiski. Inni í landinum etur hann um veturin smáan skógarmýs og laksafisk, men um summarið og várið tekur hann ungar og egg, um heystið mest skógarmýs, men eisini smákykt, sum til dømis humlaflugu. Í Reykjavík komu tey á fyrsta sinni fram á ungar undan villminki í 1937, og teir trivust so væl, at minkur nú á døgum er vanligt djór víða hvar fram við Íslands áir og strendur. Hann livir einsamallur í einum øki, og hann leggur undir einum bakka ella í onkrari holu. Makingartíðin er frá fyrst í mars og inn í apríl, og kvennminkurin makast við fleiri kallminkum. Kvennminkur er kviðin í ein mánað, men gitna eggið festist ikki í lívmóðrina fyrr enn um 15-50 dagar aftan á makingina. Ungarnir verða lagdir í mai til juni í einum væl kløddum bóli. Í leguni eru 5 til 10 ungar, teir eru blindir og næstan naknir. Kvennminkurin elur ungarnar upp. Teir súgva mammuna í 6 til 8 vikur og eru fullvaksnir, tá ið líður á heystið, og kynsbúnir, tá ið teir eru ársgamlir. Villur minkur verður sjáldan eldri enn 4 ára gamal.

Tey ala mink í minkagørðum í Norðuramerika og Norðurevropa, tí at skinnið er nógv vert. Villminkastovnurin í Íslandi er vaksin stútt og alsamt síðan 1930-árini. Loyvt er at veiða hann alt árið, men síðani 1992 er íslendska stjórnin givin at lata samsýning fyri mink, ið er skotin inni í landinum, og samsýningin fyri mink, ið er skotin í landinum annars, er 25 % minni nú.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Wikispecies logo
Wikispecies hevur upplýsingar viðvíkjandi:
»Minkur«.