Jump to content

Márdýr

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Mustelidae)
How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Márdýr

Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Carnivora
Ætt: Mustelidae

Márar (frøðiheiti: Mustelidae) leypa langt og eru sera snúðnir, tá ið teir jagstra t.d. íkornar, mýs, kaninir og fugl. Flestu márasløgini eru avbera skjót ránsdýr, serliga vislur sum t.d. brúður, márar, ildari, minkur og roysikøttur. Tey hava hvassar tenn og eru smidliga vaksin. Márar eru eisini óførir at veiða, har ið trongt er. Teir síggja og hoyra væl og hava framúr tev, so teir kunnu snodda seg fram á fongdýrið. Tenninar eru spískar og góðar at taka við. Minsti márurin, brúðurin, er bara 20 cm long; kortini tekur brúður dýr, ið er nógv størri, enn hon er sjálv, t.d. kaninir. Roysikøttur, eisini nevndur hermalín, er átøkur brúður. Hús- og skógarmárur halda til uppi í trøunum. Báðir eru morreyðir. Onnur márdýr eru grevlingur, minkur og otur. Ungarnir verða lagdir væl í fjaldum reiðri. Fáar vikur gamlir fara teir úr reiðrinum og fara við leiki at venja seg til góð veiðidýr. Í Føroyum eru eingir márar. Men eisini í Føroyum varð roynt at ala mink, men tað datt niðurfyri.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið