Jump to content

Løgmanssteypið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Løgmanssteypið er ein kapping í Føroyskum fótbólti, nevnd eftir steypinum, ið verður latið vinnaranum. Steypið eitur eftir hægsta embætinum í Føroyum, sum er løgmansembæti. Kappingin hevur áður verið nevnd Kappingin um Ísafjarðarsúluna. Kappingin byrjar tíðliga um várið, áðrenn vanliga fótbóltskappingin byrjar. Fyrst eru innleiðandi dystir, har lið úr bestu deildini, 1. deild og 2. deild spæla dystir móti hvør øðrum, og vinnarin kemur víðari. Síðan eru kvartfinalur, hálvfinalur og at enda eru bert tvey lið eftir, sum so spæla finaluna. Vinnarin vinnur Løgmanssteypið og rættin til at spæla úti í Evropa. HB er tað fótbóltsfelagið, sum oftast hevur vunnið Løgmanssteypið. Finalan hevur oftast verið spæld í høvuðsstaðnum, men í 2010 og 2011 varð finalan spæld í Klaksvík, sama vikuskiftið sum Summarfestivalurin var hildin í Klaksvík. Í 2012 varð finalan tó flutt aftur til Havnar, og var hon leikt á Tórsvølli. Hetta var avgjørt í februar 2012, tá FSF gjørdi avtalu við Tórshavnar kommunu. Samstundis var sagt, at ætlanin var at hava hinar steypafinalurnar í fótbólti, bæði í vaksnamanna og ungdómsdeildunum, á Tórsvølli sama vikuskifti sum finalurnar hjá monnum og kvinnum bleiv leikt.[1] Og soleiðis bleiv tað eisini.

Hesi hava vunnið Løgmanssteypið síðan 1955

[rætta | rætta wikitekst]
Vinnari Felag Ár
28 HB 1955, 1957, 1959, 1962, 1963, 1964, 1968, 1969, 1971, 1972, 1973, 1975, 1976, 1978, 1979,
1980, 1981, 1982, 1984, 1987, 1988, 1989, 1992, 1995, 1998, 2004, 2019, 2020
7 B36 1965, 1991, 2001, 2003, 2006, 2018, 2021
6 Víkingur 2009, 2012, 2013, 2014, 2015, 2022
6 1983, 1985, 1996, 1997, 2000, 2005
6 1966, 1967, 1990, 1994, 1999, 2016
5 TB 1956, 1958, 1960, 1961, 1977
4 EB/Streymur 2007, 2008, 2010, 2011
3 NSÍ 1986, 2002, 2017
1 VB 1974
1 B71 1993

Finalurnar

[rætta | rætta wikitekst]

Steypafinalurnar 2012

[rætta | rætta wikitekst]
Steypafinalan hjá dreingjum U16 varð leikt á Tórsvølli hin 25. august 2012 millum FC Suðuroy og NSÍ.

Allar steypafinalurnar 2012 vóru leiktar á Tórsvølli vikusftið 24. og 25. august 2012.

Fríggjadagin 24. august

[rætta | rætta wikitekst]

Leygardagin 25. august

[rætta | rætta wikitekst]
  • B36 - Eilif Arge Steypið, Gentur U14 - 1-1 eftir vanliga leiktíð, 1-2 eftir longda leiktíð.[4]
  • Víkingur - EB/Streymur - Cadbury Steypið, Dreingir U14 - 5-1[5]
  • FC SuðuroyNSÍ - Blaðbera Steypið, Dreingir U16 - 2-6[6]
  • - B36 - Steypafinalan hjá kvinnum - 2-1[7]
  • EB/StreymurVíkingur - Løgmanssteypið (menn)[8] - 2-2 eftir vanliga leiktíð, 3-3 eftir longdari leiktíð, 7-8 eftir brotssparkskapping.[9]

Yvirlit yvir finalur:[10]

ÁrVinnariÚrslitNummar 2
1955HB3–1
1956TB5–2VB
1957HB1–0
1958TB5–3HB
1959HB1–0B36
1960TB3–0HB
1961TB2–0B36
1962HB2–1 (eyka tíð)TB
1963HB7–1B36
1964HB3–3
Umdystur: 4–3
B36
1965B363–2HB
19664–2HB
19676–2B36
1968HB2–1B36
1969HB2–0B36
1970Finalan ikki spæld
1971HB9–0TB
1972HB6–1B36
1973HB3–1
1974VB1.: 4–0
2.: 3–5
HB
1975HB1.: 5–2
2.: 2–2
ÍF
1976HB1.: 3–0
2.: 1–0
1977TB1.: 1–3
2.: 3–0
VB
1978HB1.: 2–1
2.: 1–2
tie break: 3–1
TB
1979HB5–0
1980HB2–1NSÍ
1981HB5–1TB
1982HB2–1ÍF
19835–1Royn
1984HB2–0
19854–2NSÍ
1986NSÍ3–1LÍF
1987HB2–2 (eyka tíð); 3–0 (brotssp.k.)ÍF
1988HB1–0NSÍ
1989HB1–1 (eyka tíð); 2–0 (brotssp.k.)B71
19906–1
1991B363–0HB
1992HB1–0
1993B711–1 (eyka tíð); 2–1 (brotssp.k.)HB
19942–1B71
1995HB3–1B68
19962–2 (eyka tíð); 5–3 (brotssp.k.)HB
19976–0VB
1998HB2–0
19993–1B36
20001–0HB
2001B361–0
2002NSÍ2–1HB
2003B363–1
2004HB3–1NSÍ
20054–1ÍF
2006B362–1
2007EB/Streymur4–3HB
2008EB/Streymur3–2B36
2009Víkingur3–2EB/Streymur
2010EB/Streymur1–0ÍF
2011EB/Streymur3–0ÍF
2012Víkingur3–3 (eyka tíð); 5–4 (brotssp.k.)EB/Streymur
2013Víkingur2–0EB/Streymur
2014Víkingur1–0HB
2015Víkingur3–0NSÍ
20161–1 (eyka tíð); 5–3 (brotssp.k.)Víkingur
2017NSÍ1–0B36
2018B362–2 (eyka tíð); 5–4 (brotssp.k.)[11]HB
2019HB3–1Víkingur [12]
2020HB2–0Víkingur
2021 B36 1–1 (eyka tíð); 3–4 (brotssp.k.) NSÍ
2022 Víkingur 1–0
  1. "Sportal.fo, Finalan um Løgmanssteypið spæld á Tórsvølli". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-02-20. https://web.archive.org/web/20120220070848/http://sportal.fo/grein/logmanssteypid_spald_a_torsvlli. Heintað 2012-08-26.
  2. "Sportal.fo, U17-genturnar hjá HB steypavinnarar". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-08-28. https://web.archive.org/web/20120828181923/http://sportal.fo/grein/u17_genturnar_hja_hb_steypavinnarar. Heintað 2012-08-26.
  3. Sportal.fo, Gult kort tendraði B36 unglingarnar[deyð leinkja]
  4. FSF.fo, KÍ, Víkingur og NSÍ steypavinnarar 2012[deyð leinkja]
  5. FSF.fo, KÍ, Víkingur og NSÍ steypavinnarar 2012[deyð leinkja]
  6. FSF.fo, KÍ, Víkingur og NSÍ steypavinnarar 2012[deyð leinkja]
  7. "Sportal.fo, KÍ steypavinnari fyri 10. ferð". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-08-28. https://web.archive.org/web/20120828050047/http://sportal.fo/grein/beinleidis._steypafinalan_kvinnur. Heintað 2012-08-26.
  8. Stóra Steypavikuskiftið byrjar í dag[deyð leinkja]
  9. "Sportal.fo, Víkingur er steypavinnari!". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-08-28. https://web.archive.org/web/20120828030807/http://sportal.fo/grein/vikingur_eb_streymur_steypafinala_beinleidis. Heintað 2012-08-26.
  10. "Faroe Islands – List of Cup Finals". RSSSF. http://www.rsssf.com/tablesf/farcuphist.html. Heintað 10. juli 2011.
  11. B36 við níggju monnum steypavinnari eftir brotssparkskapping. roysni.fo, 25. august 2018.
  12. Fyri fyrstu ferð í 15 ár, roysni.fo, 21 september 2019