Klaksvíkar Ítróttarfelag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá )
Jump to navigation Jump to search
Fult navn Klaksvíkar Ítróttarfelag
Stovnað 24 august 1904; 116 ár síðan (1904-08-24)
Vøllur Djúpumýra Stadium
Ground Kapasitetur 530 (2600)
Formaður Tummas Lervig
Venjari Mikkjal Thomassen [1]
Deild Effodeildin
2020 3.
Heimasíða Heimasíða
Frímerki við mynd av fótbóltsdysti millum KÍ og HB
KÍ á útivølli móti FC Suðuroy 2012. Páll Klettskarð gjørdist annar av tveimum toppmálskjúttum við 22 málum.

Klaksvíkar Ítróttarfelag er eitt fótbóltsfelag úr Klaksvík, sum varð stovnað í 1904. Felagið hevur bæði mansfótbólt og kvinnufótbólt. KÍ kvinnurnar hava vunnið 14 FM heiti á rað og so hava tær vunnið steypakappingina 10 ferðir. KÍ menninir hava fyri tað mesta spælt í bestu mansdeildini, burtursæð frá 2010, tá teir spældu í 1. deild.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Hesi tølini eru fyri mansfótbóltin í Klaksvík, fyri at síggja úrslitini hjá KÍ kvinnunum, sí KÍ (kvinnur).

Fótbóltshópurin hjá liðnum í Effodeildini[rætta | rætta wikitekst]

Dagført hin 1. oktober 2020

Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.

Nr. Pláss Leikari
1 Føroyar Kristian Joensen
2 Føroyar Ve David Langgaard
3 Føroyar Ve Ísak Simonsen
4 Serbia Ve Deni Pavlović
5 Danmark Ve Jesper Brinck
6 Slovenia Ve David Škrbec
7 Føroyar Ál Patrik Johannesen
8 Føroyar Mi Jákup Andreasen (captain)
9 Føroyar Ál Páll Klettskarð
10 Føroyar Ál Jóannes Bjartalíð
11 Føroyar Mi Jonn Johannessen
12 Pólland Łukasz Jarosiński
Nr. Pláss Leikari
15 Føroyar Mi Gulak Jacobsen
16 Føroyar Meinhardt Joensen
17 Noreg Ál Ole Erik Midtskogen
18 Føroyar Ve Ólavur Niclassen
19 Nigeria Ál Abubakar Aliyu Ibrahim
20 Føroyar Ve Børge Petersen
21 Montenegro Mi Boris Došljak
22 Føroyar Ve Odmar Færø
23 Føroyar Ve Jóannes Danielsen
24 Føroyar Ál Heini Vatnsdal
25 Føroyar Mi Steinbjørn Olsen
27 Føroyar Ve Óli Eyðsteinsson Poulsen

Brot úr søguni hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag1[rætta | rætta wikitekst]

Í 1904 - áðrenn Klaksvíkar kommuna varð sett á stovn - varð Klaksvíkar Ítróttarfelag, í dagligari talu nevnt KÍ, stovnað og tvey ár eftir stovnsetanina av kommununi, í 1910, varð fótbóltsvøllur gjørdur. Bæði í 1932 og í 1950 vóru stórar umvælingar gjørdar av vøllinum og í 1951 var hondbóltsvøllur gjørdur við síðuna av fótbóltsvøllinum. Fimm ár seinni var felagshús gjørt til KÍ. Hetta var gjørt í samráð við Klaksvíkar kommunu, sum samtykti stadionætlan í 1949. Eftir hetta – í 1960-unum - fekk KÍ nøkur góð ár og vann fleiri føroyameistaraheiti á rað.

Í 1968 varð stór ítróttarhøll bygd í Klaksvík. Høllin fekk stórar umvælingar í 1980-unum og hon varð eisini útbygd. Samstundis fekk fótbóltsvøllurin stórar umvælingar og í 1988 var graslíki lagt á vøllin. Nýliga er nýtt skýlið bygt við fótbóltsvøllin.

Harvið vóru ikki einans umstøðurnar hjá fótbóltinum gjørdar nógv betri, men eisini hondbólturin og innandura ítróttargreinar sum heild fingu nógv betri kor. Tey seinastu árini hava bæði flogbólturin, kvinnufótbólturin og kvinnuhondbólturin havt góð úrslit at víst á.

Úrslit úr evropeiskum kappingum[rætta | rætta wikitekst]

Dystir[rætta | rætta wikitekst]

Sesong Kappign Umfar Felag Heima Úti Samanlagt
1992–93 UEFA Champions League PR Lettland Skonto 1–3 0–3 1–6
1995–96 UEFA Cup Winners' Cup QR Ísrael Maccabi Haifa 3–2 0–4 3–6
1997–98 UEFA Cup 1QR Ungarn Újpest 2–3 0–6 2–9
1999–2000 UEFA Cup QR Eysturríki Grazer AK 0–5 0–4 0–9
2000–01 UEFA Champions League 1QR Serbia og Montenegro Crvena Zvezda 0–3 0–2 0–5
2002–03 UEFA Cup QR Ungarn Újpest 2–2 0–1 2–3
2003–04 UEFA Cup QR Noreg Molde 0–2 0–4 0–6
2017–18 UEFA Europa League 1QR Svøríki AIK 0–0 0–5 0–5
2018–19 UEFA Europa League PR Malta Birkirkara 2–1 1–1 3–2
1Q Litava Žalgiris 1−2 1–1 2–3
2019–20 UEFA Europa League 1Q Litava Riteriai 0–0 1–1 1−1 (a)
2QR Sveis Luzern 0–1 0–1 0–2
2020–21 UEFA Champions League 1QR Slovakia Slovan Bratislava 3–0
(awd.)
N/A N/A
2QR Sveis Young Boys N/A 1–3 N/A
2020–21 UEFA Europa League 3QR Georgia (land) Dinamo Tbilisi 6−1 N/A N/A
PO Lýðveldið Írland Dundalk N/A 1–3 N/A
Viðmerkingar
  • PR: Undanumfar
  • QR: Innleiðandi umfar
  • 1QR: Fyrsta innleiðandi umfar
  • 2QR: Annað innleiðandi umfar
  • 3QR: Triðja innleiðandi umfar
  • PO: Playoff umfar

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. portal.fo

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo