KÍ (kvinnur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

KÍ kvinnurnar eru eitt kvinnu fótbóltslið hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag. KÍ varð stovnað í 1904, men kvinnufótbóltur í Føroyum byrjaði ikki undir skipaðum viðurskiftum fyrr enn mitt í 1980-árunum. Heimavøllurin hjá teimum er eins og hjá monnunum við Djúpumýru í Klaksvík. KÍ kvinnurnar hava klárað seg sera væl í føroyskum fótbólti, ja so væl, at tær seta evropeiskt met í flest vunnum meistaraheitum í heimlandinum á rað. Tær hava vunnið FM 15 ár á rað frá 2000 til og við 2014, sum er heimsmet. KÍ kvinnurnar eru eisini væl umboðaðar á føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti, og eisini har hava tvær av teimum sett heimsmet við at vera fyrstu foreldur/barn, ið spæla landsdyst saman í sama dysti. Tað hendi 28. november 2012, tá møðgurnar Bára Skaale Klakkstein og Eyðvør Klakkstein spældu vinardyst móti Luksemburg á útivølli, sum Føroyar vann 0-6.[1] Av tí at KÍ kvinnurnar hava vunnið FM 15 ferðir[2] og steypakappingina 12 ferðir, so hava tær eisini fleiri ferðir luttikið í altjóða fótbóltskappingum. Tær hava luttikið í UEFA Women's Cup frá 2001/02 til 2008/09. Í 2009/10 og 2010/11 luttóku tær í UEFA Women's Champions League.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 1. deild kvinnur
    • Vinnarar (16): 1997, 2000 til 2014[3]
  • Steypakappingin hjá kvinnum
    • Vinnarar (12): 2000, 2001, 2003, 2004, 2006, 2007, 2008, 2010, 2011, 2012, 2013, 2014

Hópurin[rætta | rætta wikitekst]

No. Pláss Leikari
16 Føroyar Randi Wardum
1 Føroyar Monika Biskopstø
2 Føroyar Ve Ann Stauss
2 Føroyar Mi Tove Sólheyg
3 Føroyar Ál Sofía Purkhús
4 Føroyar Mi Katrina Akursmørk
5 Føroyar Ve Gunnrið Joensen
6 Føroyar Mi Lovisa Østerø
7 Føroyar Ve Ragna Patawary
7 Føroyar Mi Maria Andreasen
8 Føroyar Ál Malena Josephsen
9 Føroyar Ál Rannvá B. Andreasen
10 Føroyar Mi Maria K. Thomsen
No. Pláss Leikari
11 Føroyar Ve Sigrun Sirdal
12 Føroyar Mi Una Joensen
14 Føroyar Mi Annika Ragna Petersen
14 Føroyar Ve Adelheid Olsen
15 Føroyar Mi Ása Klein Olsen
15 Føroyar Mi Marjun Joensen
16 Føroyar Mi Annika M. Arge
17 Føroyar Ál Sigrid Jacobsen
18 Føroyar Ve Paula Mikkelsen
18 Føroyar Mi Elsa Maria Simonsen
20 Føroyar Ál Bára Skaale Klakkstein

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sportal.fo Eyðvør og Bára skrivaðu søgu
  2. Sportal.fo
  3. "KI wins 12th title in series" (in Faroese). ki.fo. 27 September 2011. http://www.ki.fo/1-deild-kvinnur-mainmenu-210/19-1-deild-kvinnur/920-kvinnur-ki-ab-2-1-1-0.html. Heintað 29 September 2011. 

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]