Malena Josephsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Malena Josephsen
Malena josephsen.jpg
Malena í landsdysti fyri Føroyar í oktober 2013
Persónlig kunning
Fult navn Malena Josephsen
Føðingardagur (1977-01-03) 3. januar 1977 (aldur 40)
Føðistaður Klaksvík, Føroyar
Pláss Miðvallaleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Nummar 8
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
Ár Felag Dystir (Mál)
1994– 373 (307)
Landslið
2004–2015 Føroyar[1] 41 (10)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 9. apríl 2017.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 9. apríl 2017

Malena Josephsen (fødd 3. januar 1977) er ein føroyskur fótbólsleikari. Hon spælir við og spældi á føroyska kvinnulandsliðnum frá 2004 til 2015. Hon hevur spælt við KÍ síðan 1994. Hon hevur spælt 41 landsdystir og skorað tíggju mál fyri føroyska kvinnulandsliðið.

Lívsleið sum landsliðsleikari[rætta | rætta wikitekst]

Malena Josephsen hevur spælt 41 A-landsdystir fyri Føroyar. Malena, Rannvá B. Andreasen, Randi Wardum spældu allar sín 25. dyst fyri Føroyar, tá føroyska A-landsliðið hjá kvinnum leikti vinadyst móti Luksembourg hin 28. november 2012. Føroyar vann dystin 6-0, Malena skoraði tað seinasta av teimum seks málunum.[2] Frá 2004 og fram til tann dystin hevði føroyska kvinnulandsliðið spælt 25 dystir, og tær tríggjar høvdu leikt í øllum 25 dystunum. Áðrenn tað hevði Føroyar leikt í undankappingini 1995/1996 har liðið leikti 8 dystir. Landsliðið helt pausu frá 1996 til 2004. Landsdystir í Oyggjaleikunum telja ikki við sum altjóða skrásettir dystir, uttan so at tað er móti einum liðið ið er limur í UEFA/FIFA.[3]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Landsliðsleikarar 1995-2016". Fótbóltssamband Føroya. http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=704. Heintað 9. apríl 2017. 
  2. FSF.fo Føroyskur stórsigur í Luksembourg
  3. Kvinnufotbolt.com Leiktu dyst nr 25

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]