LinkFA-star.png Henda greinin er úrvalsgrein

Rannvá B. Andreasen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Rannvá B. Andreasen
Rannvá Andreasen.jpg
Rannvá á føroyska landsliðnum í oktober 2013
Persónlig kunning
Fult navn Rannvá Biskopstø Andreasen
Føðingardagur (1980-11-10) 10. november 1980 (aldur 37)
Føðistaður Klaksvík, Føroyar
Pláss Álopsleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Nummar 9
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
Ár Felag Dystir (Mál)
1995– 357 (521)
Landslið
2004– Føroyar[1] 48 (26)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 29. august 2017.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 29. august 2017

Rannvá Biskopstø Andreasen (fødd 10. november 1980) er ein føroyskur fótbóltsleikari. Hon spælir við og føroyska kvinnulandsliðnum. Rannvá er toppskorari á landsliðnum við 26 málum (august 2017)[2] og hevur fleiri ferðir verið toppskjútti í bestu føroysku fótbóltsdeildini hjá kvinnum. Rannvá er tvíburðarsytstir Ragnu Patawary, ið eisini er fótbóltsleikari.

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Við KÍ[rætta | rætta wikitekst]

Rannvá B. Andreasen hevur skorað sera nógv mál fyri KÍ, pr. 29. august 2017 hevur hon skorað 521 mál fyri liðið. Hon hevur fleiri ferðir fingið gylta skógvin, tí hon hevur verið toppskorari í bestu føroysku deildini hjá kvinnum. Hon varð vald til ársins leikara 2010 í kvinnufótbólti í sendiningi Hvonn Live hjá Rás 2. Hon var ársins toppskjútti við 27 málum.[3] Í 2003 skoraði hon 55 mál tilsamans, harav vóru 6 mál skotin í steypakappingardystum og eitt mál í undanumfari í bólki 8 móti FC Codru. Í 2012 skeyt hon í alt 37 mál, harav vóru 31 í landskappingini, 4 í steypakappingini og 2 mál í undanumfari, bólki 6 móti Ada Velpoje.[4] Í 2016 vann hon heiður sum ársins leikari og ársins miðvallaleikari hjá kvinnum í føroyskum fótbólti.[5]

UEFA Women's Champions League[rætta | rætta wikitekst]

Rannvá Andreasen hevur spælt 50 dystir og skorað 16 mál fyri KÍ í UEFA Women's Champions League, fyrr kent undir heitinum UEFA Women's Cup. Hon spældi sín fyrsta dyst í oktober 2001 í fyrsta umarið í 2001–02, ið varð leikt í Helsinki. Rannvá skoraði bæði málini í fyrsta dystinum hjá KÍ, sum KÍ vanmm 2–1 yvir eysturríkska liðið USC Landhaus Wien, men síðan tapti KÍ 4–0 móti vertunum, HJK og móti italsku meistarunum Torres og vórðu sligin út úr kappingini. Rannvá spældi sín 50. dyst í UEFA Women's Champions League hin 28. august 2017 í einum 6-1 sigri móti ŽFK Istatov úr Makedonia. KÍ var tó longu sligið út úr kappingini, ið var 1. innleiðandi umfar av Champions League, eftir at hava tapt teir fyrstu tveir dystirnir. Til 29. august 2017 hevur Rannvá bert mist ein dyst av teimum higartil 51 dystunum hjá KÍ í UEFA Women's Champions League, tað var dysturin ið varð leiktur 13. august 2005. Orsøkin var tann, at hon tveir dagar frammanundan hevði fingið reytt kort.[6]

Landsliðið[rætta | rætta wikitekst]

Rannvá, Randi Wardum og Malena Josephsen spældu allar sín 25. dyst fyri Føroyar, tá føroyska kvinnulandsliðið hjá kvinnum leikti vinadyst móti Luksembourg hin 28. november 2012. Føroyar vann dystin 6-0, Rannvá B. Andreasen gjørdi tvey av teimum seks málunum.[7] Frá 2004 til 28. november 2012 hevði føroyska kvinnulandsliðið spælt 25 dystir, og tær tríggjar hava leikt í øllum 25 dystunum. Áðrenn tað hevði Føroyar leikt í undankappingini 1995/1996 har liðið leikti 8 dystir, tá var Rannvá ov ung til landsliðið. Landsliðið helt pausu frá 1996 til 2004. Landsdystir í Oyggjaleikunum telja ikki við sum altjóða skrásettir dystir, uttan so at dysturin var ímóti einum landi, ið er limur í UEFA/FIFA.[8] Í november 2013 hevði Rannvá leikt 30 landsdystir, ein dyst færri enn Malena og Randi, sum tá høvdu leikt 31 landsdytstir. Rannvá B. Andreasen hevur pr. 29. august 2017 spælt 48 A-landsdystir fyri Føroyar.

Metleikari[rætta | rætta wikitekst]

Rannvá B. Andreasen hevur verið toppmálskjútti 12 ferðir í 1. deild kvinnur, og tað er met, fyrstu ferð var í 1997. Hon eigur eisini metið fyri flest skotin mál á føroyska kvinnulandsliðnum, har hevur hon skotið 26 mál higartil (august 2017) og metið fyri flest leiktar dystir á føroyska kvinnulandsliðnum, hon hevur spælt 48 landsdystir pr. 29. august 2017.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 18× Føroyameistari: 1997, 2000, 2001, 2002, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012, 2013, 2014, 2015, 2016
  • 14× Føroyskur steypavinnari: 2000, 2002, 2003, 2004, 2006, 2007, 2008, 2010, 2011, 2012, 2013, 2014, 2015, 2016
  • 12× Toppskútti í 1. deild kvinnur: 1997, 1998, 2002, 2003, 2004, 2006, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012, 2014

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Landsliðsleikarar 1995–2015". Fótbóltssamband Føroya. http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=704. Heintað 27. oktober 2016. 
  2. FSF.fo Landsliðsleikarar 1995-2012
  3. Kvinnufotbolt.com Rannvá ársins leikari
  4. Faroesoccer.com Rannvá B. Andreasen
  5. Petersen, Niels (28 October 2016). "Sølvi Vatnhamar og Rannvá Andreasen blivu ársins leikarar". Portal.fo. http://portal.fo/solvi+vatnhamar+og+rannva+andreasen+blivu+arsins+leikarar.html. Heintað 28 October 2016. 
  6. Hansen, Jóanes (28. august 2017). "Tær hava spælt 50 ferð í Champions League". In.fo. http://www.in.fo/news-detail/taer-hava-spaelt-50-ferd-i-champions-league/. Heintað 28. august 2017. 
  7. FSF.fo Føroyskur stórsigur í Luksembourg
  8. Kvinnufotbolt.com Leiktu dyst nr 25

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]