Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti
Eyknevni | Kvinnulandsliðið | ||
---|---|---|---|
Samband | Fótbóltssamband Føroya (FSF) | ||
Samgonga | UEFA (Evropa) | ||
Høvuðsvenjari | Pætur S. Clementsen | ||
Hjálparvenjari | Jan Laursen & John Petersen | ||
Liðskipari | Rannvá B. Andreasen | ||
Flestir dystir | Rannvá B. Andreasen (51) | ||
Toppskorari | Rannvá B. Andreasen (26) | ||
Heimastadion | Tórsvøllur | ||
FIFA kota | FRO | ||
FIFA støða |
70 ![]() | ||
Hægsta FIFA støða | 60 (Juni 2009) | ||
Lægsta FIFA støða | 88 (Juli-september 2015) | ||
| |||
Fyrsti altjóðadystur | |||
Almennur ![]() ![]() (Toftir, Føroyar; 24. september 1995) Óalmennur ![]() ![]() (Kópavogur, Ísland; 25. juni 1986) | |||
Størsti sigur | |||
Almennur ![]() ![]() (Ħamrun, Malta; 6. apríl 2015) Óalmennur ![]() ![]() (Douglas, Isle of Man; 12. juli 2001) | |||
Størsta tap | |||
![]() ![]() (Aspach, Týskland; 24. oktober 2017) |
A-landsliðið hjá Føroyum, kvinnur, hava fleiri ferðir luttikið í altjóða kappingum. T.d. hava tær luttikið í EM undankapping 1995, 2009 og aftur til EM 2013. Í november 2012 avgjørdi FSF, at føroysku kvinnurnar skulu luttaka í HM 2015 undankapping. Endaspælið verður í Kanada í 2015.[1] Kvinnulandsliðið hevur eisini fleiri ferðir luttikið á Oyggjaleikum, har tær hava vunnið kappingina 3 ferðir, í 2001, 03 og 05, tær luttóku ikki í 07, 09 og 11. Føroyska A-landsliðið er saman við Álandi mest vinnandi liðið á Oyggjaleikunum. Áland vann í 2007,09 og 2011. Fótbóltskappingarnar á Oyggjaleikunum eru ikki FIFA góðkendar kappingar. Venjarar síðan september 2012 hevur Jón Pauli Olsen verið høvuðsvenjari. Fyrst varð Rúni Nolsøe settur sum hjálparvenjari, men hann gavst eftir at hann gjørdist venjari hjá EB/Streymi, og so gjørdist Ingun Hansen nýggjur hjálparvenjari.[2] Áðrenn tað var Álvur Hansen høvuðsvenjari í 11 ár.[3] Í juni 2013 varð føroyska kvinnulandsliðið styrkismett sum nummar 67 í heiminum.[4]
Innihaldsyvirlit
HM 2015 - Føroyar spælt seg víðari í undankappingini[rætta | rætta wikitekst]

Í apríl 2013 luttók føroyska kvinnulandsliðið fyri fyrstu ferð til eina HM undankapping, ein "premliminary round", kappingin fór fram í Litava. Føroyar var í bólki B saman við Georgia, Litava og Montenegro. Føroyar vann tveir dystir og spældi ein dyst javnan. Liðið fekk 7 stig og vann klárt B bólkin. Tvey tey fremstu liðini komu víðari í hvørjum bólki, í B bólkinum vóru tað Føroyar við 7 stigum og Montenegro við 5 stigum, ið komu víðari. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt føroyskt landslið hevur spælt seg víðari í einari undankapping. Úrslitini í undankappingini vóru hesi: Føroyar - Montenegro 3-3, Heidi Sevdal gjørdi tvey mál og Íðunn Magnussen gjørdi eitt, dysturin varð leiktur 4. apríl. Hin 6. apríl spældi Føroyar móti Litava, Føroyar vann dystin 1-0, málið hjá Føroyum gjørdi Rannvá B. Andreassen. Hin 9. apríl spældu Føroyar móti Georgia. Føroyar vunnu dystin 2-1. Málini hjá Føroyum gjørdi Heidi Sevdal. Jón Pauli Olsen var venjari til hesa kapping,[5] hjálparvenjari var Ingun Hansen.
Javnleikir á heimavølli[rætta | rætta wikitekst]
Hin 5. apríl 2014 skrivaði føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti søgu, tá tær spældu javnt 1-1 móti Bosnia/Hersigovina á Tórsvølli. Hetta var fyrstu ferð tær fingu stig í einari HM-undankapping. Eyðvør Klakstein skroaði málið hjá Føroyum tá 78 minuttir vóru farnir.[6]
Hin 10. apríl 2014 leiktu Føroyar móti Norðurírlandi á Tórsvølli. Úrslitið gjørdist 0-0. Eftir dystin lógu Føroyar á einum deildum 4. plássi í bólki 4 við tveimum stigum saman við Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi.[7]
World Cup - Heimsmeistarakappingin[rætta | rætta wikitekst]
Føroysku kvinnurnar luttóku fyri fyrstu ferð í HM undankapping, sum varð í døgnum 4. - 9. apríl 2013. Føroyar komu í bólk saman við Georgia, Montenegro og vertunum Litava.[8] Finalan varð í 2015.
HM endaspæl | |||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Ár | Úrslit | Spælt | V | J* | T | VM | TP | Málmunur | |
![]() |
Luttóku ikki | - | - | - | - | - | - | - | |
![]() |
Luttóku ikki | - | - | - | - | - | - | - | |
![]() |
Luttóku ikki | - | - | - | - | - | - | - | |
![]() |
Luttóku ikki | - | - | - | - | - | - | - | |
![]() |
Luttóku ikki | - | - | - | - | - | - | - | |
![]() |
Luttóku ikki | - | - | - | - | - | - | - | |
![]() |
Kvalifiseraði seg ikki | - | - | - | - | - | - | - | |
![]() |
TBD | - | - | - | - | - | - | - | |
Í alt | 0/6 | - | - | - | - | - | - | - |
- *Javnleikir telja eisini dystir við sum eru avgjørdir við brotsparkskapping.
Venjarar og hjálparvenjarar[rætta | rætta wikitekst]
Venjarar[rætta | rætta wikitekst]
- 1995–1996:
Páll Guðlaugsson
- 2004–2011: Álvur Hansen
- 2012Rúni Nolsøe :
- 2013–2015: Jón Pauli Olsen
- 2016-Pætur Clementsen :
Hjálparvenjarar[rætta | rætta wikitekst]
- 1995 : Álvur Hansen
- 1995Páll á Reynatúgvu :
- 2004–2005: Jón Harald Poulsen
- 2005–2011: Jacob Thomsen
- 2012 : Jón Pauli Olsen
- 2013Ingun Hansen :
- 2013–2014:
Aleksandar Đorđević
- 2016-
Jan Laursen & John Petersen
:
Metleikarar[rætta | rætta wikitekst]
Leikarar sum hava spælt flest landsdystir[rætta | rætta wikitekst]
Kelda: [9]
Leikarar við feitari skrift eru enn virknir leikarar, ið kunnu úttakast til landsliðið.
- Dagført hin 25. oktober 2017
|
Topskjúttar[rætta | rætta wikitekst]
|
Tríggir leikarar hava skorað tvey mál, átta leikarar hava skorað eitt mál í part. Yngsti málskjyttin hjá Føroyum er Mona Breckman, sum var 17 ár og 2 mánaðir, tá hon skoraði fyrst málið í einum altjóða skrásettum landsdysti.
Hópurin[rætta | rætta wikitekst]
Hópurin ið varð úttikin til innleiðandi undankappingina til HM í fótbólti 2019.[10]
Mál og dystir eru dagførdir 13. apríl 2017.
# | Plá. | Leikari | Føðingardagur (aldur) | Dystir | Mál | Felag | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Má | Monika Biskopstø | 29. desember 1994 | 2 | 0 | ![]() | ||
12 | Má | Anna Hansen | 20. august 1998 | 7 | 0 | ![]() | ||
2 | Ve | Birita Nielsen | 7. september 1999 | 2 | 1 | ![]() | ||
17 | Ve | Elisabet Vang | 24. apríl 1998 | 4 | 0 | ![]() | ||
18 | Ve | Katrina Akursmørk | 21. oktober 1996 | 1 | 0 | ![]() | ||
19 | Ve | Sarita Maria Mittfoss | 4. september 1999 | 2 | 0 | ![]() | ||
3 | Mi | Birna Tummasardóttir Johannesen | 4. januar 1994 | 8 | 0 | ![]() | ||
4 | Mi | Lív Arge | 20. mars 1997 | 18 | 2 | ![]() | ||
14 | Mi | Anna Sofía Sevdal | 20. desember 1993 | 29 | 0 | ![]() | ||
8 | Mi | Eyðvør Klakstein | 5. september 1995 | 22 | 4 | ![]() | ||
10 | Mi | Olga Kristina Hansen | 28. februar 1990 | 43 | 5 | ![]() | ||
7 | Mi | Ásla Johannesen | 9. mai 1996 | 8 | 1 | ![]() | ||
11 | Mi | Sigrun Kristiansen | 23. juli 1989 | 15 | 0 | ![]() | ||
15 | Mi | Jonvá Hentze | 11. februar 1998 | 7 | 0 | ![]() | ||
13 | Mi | Maria Thomsen | 7. mai 1995 | 9 | 1 | ![]() | ||
Mi | Bjørg Djurhuus | 6. mars 1999 | 0 | 0 | ![]() | |||
5 | Ál | Súsanna Maria Hansen | 2. august 1982 | 6 | 0 | ![]() | ||
16 | Ál | Milja Simonsen | 11. januar 1997 | 14 | 4 | ![]() | ||
9 | Ál | Rannvá Andreasen | 10. november 1980 | 48 | 26 | ![]() | ||
6 | Ál | Heidi Sevdal | 6. mars 1989 | 42 | 19 | ![]() |
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ FSF.fo, Kvinnurnar til HM-undankapping
- ↑ Sudurras.fo, Vágbingarnir Rúni og Jón Pauli venja A-landsliðið hjá kvinnum
- ↑ Sportal.fo, Álvur takkar fyri seg
- ↑ sportal.fo Kvinnulandsliðið nummar 67 í heiminum
- ↑ UEFA.com
- ↑ nordlysid.fo, Fyrsta HM stigið nakrantíð til føroyska kvinnulandsliðið
- ↑ fsf.fo, Føroyskt stríð gav eitt stig
- ↑ Kvinnufotbolt.com Kvinnulandsliðið til Litava
- ↑ "Landsliðsleikarar 1995-2016". Faroe Islands Football Association. http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=704. Heintað 11. apríl 2017.
- ↑ "A-landsliðið við kvinnum úttikið". FSF. 3. mars 2017. http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=208&Action=1&NewsId=2115&PID=487. Heintað 6. mars 2017.