Rúni Nolsøe
Rúni Nolsøe (f. 21. mai 1971 í Vági) er fyrrverandi føroyskur fótbóltsspælari, landsliðsleikari. Síðan Rúni gavst at spæla fótbólt á høgum støði hevur hann verið venjari. Í november 2012 gjørdist hann venjari hjá besta mansliðnum hjá EB/Streymi, áðrenn tað var hann eitt skifti hjálparvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Rúni spældi fótbólt við VB frá barnaárum og til 1992, síðan spældi hann við HB til 2005.
Lívsleið innan fótbólt
[rætta | rætta wikitekst]Metspælari hjá HB
[rætta | rætta wikitekst]Rúni er metspælari hjá Havnar Bóltfelag, hann hevur spælt 344 dystir og skorað 56 mál fyri besta mansliðið hjá HB. Rúni spældi við HB 1993-2005. Rúni var liðskipari á besta liðnum hjá HB frá 1998.
A-landsdystir fyri Føroyar
[rætta | rætta wikitekst]Rúni Nolsøe hevur spælt 3 A-landsdystir fyri Føroyar (1993-97).[1]
Ársins leikari, ársins miðvallaleikari og ársins lið
[rætta | rætta wikitekst]Í 2000 varð Rúni Nolsøe kosin Ársins leikari og ársins miðvallaleikari. Í 2003 varð Rúni ein av leikarunum sum var á holdinum "Árisins lið" hjá Dimmalætting.[1]
Venjari
[rætta | rætta wikitekst]Rúni Nolsøe gavst at spæla fótbólt á høgum støði í 2005. Síðan tá hevur hann verið venjari. Rúni hevur fleiri góð úrslit sum venjari, í 2006 var hann venjari hjá AB, og tað árið flutti AB upp í bestu deildina, tað var fyrstu ferð nakrantíð at AB flutti upp í bestu deildina. Árið eftir, í 2007, var Rúni venjari hjá B68, og aftur hesuferð eydnaðist tað honum og liðnum at flyta upp í bestu deildina.[2] Rúni var høvuðsvenjari hjá HB í 2008, talan var um tvey ára sáttmála, men eftir einum ári slitnaði samstarvið. Í 2009 var Rúni venjari hjá næstbesta liðnum og ungdómsliðnum hjá 07 Vestur.[2]. Rúni Nolsøe fekk B1 vejaraútbúgving í 2006. UEFA A-lisens frá FSF 2009. Tann 20. november 2012 varð hann kunngjørdur venjari hjá EB/Streymi, hann skrivaði ein 2 ára sáttmála við liðið[3]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ ”Ársins leikari o.a.” b68.fo
- ↑ ”Rúni Nolsøe aftur á slóðina”. hb.fo (24. oktober 2007)
- ↑ “Rúni Nolsøe skal venja EB/Streym”[deyð leinkja]. eb-streymur.fo (20. november 2012).
- B68.fo
- Football.fo
- Sportal.fo - Rúni Nolsøe skal venja 07 Vestur
- Dimma.fo[deyð leinkja] - Rúni Nolsøe liðugur í HB
- Portal.fo - Tað kendist gott at spæla aftur
- HB.fo - Rúni Nolsøe aftur á slóðina
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- HB.fo
- Heimasíðan hjá EB/Streymi Archived 2013-05-25 at the Wayback Machine
- B68.fo
- Eufo.de[deyð leinkja]