Mamuka Toronjadze
Mamuka Toronjadze (føddur 13. mai í 1986) er miðvalla fótbóltsleikari frá Georgia. Í 2010 flutti hann til Føroya fyri at spæla við FC Suðuroy. Eftir at FC Suðuroy rykti niður í 1. deild í oktober 2010, gjørdi Mamuka Toronjadze nýggjan sáttmála við NSÍ úr Runavík, har hann spældi í 2011, tað gjørdist greitt seinast í november 2010.[1] Í 2012 fór hann aftur til heimland sítt at spæla fótbólt, hesaferð við FC Merani Martvili.
Skoraði seks mál fyri FC Suðuroy[rætta | rætta wikitekst]
Mamuka Toronjadze skoraði seks mál fyri FC Suðuroy í Vodafonedeildini, tað var móti B36 9. mai 2010 á heimavølli, 22. august 2010 móti B36 á heimavølli,[2] 29. august móti ÍF í Fuglafirði og so skoraði hann tvey mál í Gundadali í dystinum móti HB 12. september 2010, har FC Suðuroy vann dystin 4-1. 19. september 2010 spældi FC Suðuroy javnt 1-1 móti toppliðnum NSÍ, tað var Mamuka sum skoraði málið fyri FC Suðuroy við frísparki í 45. minutti, beint áðrenn farið var til hálvleik.[3] Harumframt hevur Mamuka eisini skorað eitt mál fyri FC Suðuroy í kappingini um Løgmanssteypið, tað var á heimavølli 21. apríl 2010 í dystinum móti Skála. Tann dystin vann FC Suðuroy 6-1.
Fótbólts lívsleið[rætta | rætta wikitekst]
- 2012 - FC Merani Martvili, Georgia
- 2011 - NSÍ, Føroyar
- 2010 - FC Suðuroy, Føroyar
- 2008/09 - Tbilisi, Georgia
- 2005/06 - FC Dila Gori, Georgia [1]
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- FaroeSoccer.com
- Zerozerofootball.com
- Sudurras1.com
- Sudurras1.com, FC Suðuroy úr botnum við sigri ímóti B36.
Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]
- NSI.fo, heimasíðan hjá NSÍ.
- FCSuduroy.com.
- Portal.fo, filmsstubbi av dystinum millum NSÍ og FC Suðuroy, Mamuka Toronjadze er nummer 7 hjá teimum bláu (FC Suðuroy), sæst fleiri ferðir fara rekandi við bóltinum. Úrslitið av dystinum varð 2-1 til NSÍ.
- YouTube.com, Mamuka Toronjadze, # 9 - FC Tbilisi á YouTube.