Jump to content

Henning Joensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Henning Joensen.

Henning Gleðisheygg Joensen (føddur 19. desember 1989) er føroyskur fótbóltsspælari. Henning spælir í 2010 við FC Suðuroy í Vodafonedeildini sum miðvallaleikari.

Ungdómslandsliðsleikari

[rætta | rætta wikitekst]

Henning Joensen hevur spælt við føroysku ungdómslandsliðunum U-15, U-17 og U-19. Hann var við til kapping í Skotlandi Aberdeen International Football Festival í 2005. Føroyar kláraði seg væl í kappingini, gjørdist nummar trý í bólkinum og nummar 5 av øllum liðunum, sum luttóku í kappingini.[1][deyð leinkja] Henning spældi eisini við U17 móti Týsklandi í 2005. Týskland vann dystin 4-0.[1]

Skoraði mál fyri Føroyar U-17

[rætta | rætta wikitekst]

Henning skoraði mál móti Svøríki 2. august 2005, dysturin endaði við javnleiki 1-1.[2] Henning skoraði eisini mál móti San Marino í U-17 landsdysti í 2005.[3]

  1. Football.fo
  2. Portal.fo
  3. en.uefa.com

Útvortis ávísingar

[rætta | rætta wikitekst]