Jump to content

Aberdeen International Football Festival

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Aberdeen International Football Festival er ein fótbóltsstevna í Aberdeen í Skotlandi, sum er hvørt summar í juli. Stevnan byrjaði í 1981. Stevnan er fyri børn og ung í aldrinum 14-16 ár. Luttakararnir koma úr ymiskum londum. Føroyar hava luttikið fleiri ferðir. Í 2006 vann ungdómslandsliðið Føroyar U15 kappingina fyri dreingir 14,[1] meðan Føroyar U17 vann silvur.