Bjarni Johansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Bjarni Johansen formaður í FC Suðuroy.

Bjarni Johansen, føddur 26. mai 1971 í Danmark, er formaður í fótbóltsfelagnum FC Suðuroy. FC Suðuroy varð stovnað 2010, og var tað felagsliðið VB/Sumba, sum tók stig til at broyta navnið. Vónin var, at øll fótbóltsfeløgini í Suðuroynni fóru at leggja saman við felagsliðnum. Bjarni Johansen er sonur Eyðun og Solveig Johansen úr Vági. Bjarni arbeiðir sum montørur hjá Føroya Tele.

Formaður í VB/Sumba, seinni FC Suðuroy[rætta | rætta wikitekst]

Bjarni Johansen gjørdist formaður í VB/Sumba á aðalfundinum 26. februar 2007 og hevur verið tað síðan. VB/Sumba skifti navn til FC Suðuroy 1. januar 2010.

Spælt flestar dystir á rað í føroyskum fótbólti[rætta | rætta wikitekst]

Í 2007 var Bjarni Johansen tann spælarin, sum hevði spælt flestar dystir á rað í føroysku landskappingini og kanska eisini í føroyskum fótbólti yvirhøvur.[1]. Bjarni Johansen hevur spælt sum málmaður fyri VB síðan hann var heilt ungur og seinni fyri VB/Sumba, tá VB og Sumba løgdu saman. Bjarni gavst sum málmaður fyri VB/Sumba eftir fótbólsárið 2008 var farið.

Føroyska landsliðið[rætta | rætta wikitekst]

Bjarni Johansen hevur spælt nakrar vinadystir á føroyska landsliðnum í fótbólti sum málmaður. Í 2004 var Bjarni Johansen við í hópinum á A-landsliðnum.[2]. Bjarni Johansen hevur spælt tveir FIFA skásettir landsdystir fyri Føroyar.[3]

UEFA Champions League[rætta | rætta wikitekst]

Bjarni Johansen spældi sín fyrsta UEFA dyst 20. juni 1998 fyri VB. Dysturin var ímóti Brno og úrslitið var 3-0 til Brno. [4]. Í 2009 var Bjarni Johansen eyka málmaður tveir dystir í UEFA Champions League fyri EB/Streymur. Talan var um tveir dystir móti Apoel FC úr Kýpros. EB/Streymur heitti á Bjarna um at vera eyka málmaður hjá teimum tí annar av teirra málmonnum var skaddur.[5]. Bjarni Johansen hevur UEFA B venjaralisens.fsf.fo

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]