Jón Krosslá Poulsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jón Krosslá Poulsen.

Jón Krosslá Poulsen (føddur 17. februar 1988 í Vági) er føroyskur fótbóltsleikari sum spælir við TB/FC Suðuroy/Royn pr. apríl 2017. Hann hevur áður spælt við FC Suðuroy, VB/Sumba VB, HB og Víkingi. Jón skoraði fyrst málið hjá nýggja samanlagda suðuroyarliðnum, tað gjørdi hann í dystinum móti ÍF, sum suðuroyingarnir vunnu 2-1.[1]

Mest skorandi leikari hjá FC Suðuroy, VB/Sumba og VB[rætta | rætta wikitekst]

Jón Krosslá Poulsen er mest skorandi leikari yvirhøvur hjá FC Suðuroy (íroknað VB og VB/Sumba). Í mars 2010 skoraði hann sítt mál nummar 50, tað var í dystinum móti HB, sum endaði 4-4.[2] 22. august 2010 skoraði hann sítt mál nummar 56 mál fyri felagið, og kom harvið framum Egill Steintórsson. Málið skoraði hann í dystinum móti B36 á heimavølli, sum FC Suðuroy vann 2-1.[3] Harumframt var Jón toppskorari fyri FC Suðuroy í 2010, hann skoraði 10 mál í Vodafonedeildini og 2 mál í dystum um Løgmanssteypið.[4] Jón var eisini millum toppskorarnir í Vodafonedeildini í 2010, við 10 málum var hann nummar 6 til 8 saman við Pól Jóhannus Justinussen og Sølvi Vatnhamar, toppskorarir gjørdist Arnbjørn T. Hansen og Christian Høgni Jacobsen við 22 málum hvør.

Ungdómslandsliðsleikari[rætta | rætta wikitekst]

Jón Krosslá Poulsen hevur fleiri ferðir verið við í hópinum hjá føroysku unglingalandsliðunum. Í 2003 var hann eyka á U-17 landsliðnum hjá Føroyum. Hann var við til EM undankappingina í Slovakia í oktober 2003. Hann spældi ein part av dystunum móti Slovakia og Grikkalandi. Føroyar tapti báðir dystirnir.[5]. Í 2006 var Jón Krosslá Poulsen við í U-19 landsliðshópinum hjá Føroyum, tá leikti hann 4 dystir og skoraði eitt mál fyri Føroyar. Í 2007 var hann við í U21 landsliðshópinum og spældi ein dyst móti Albania.[6]

Skoraði mál fyri Føroyar U19[rætta | rætta wikitekst]

Jón Krosslá Poulsen

31. juli 2006 spældi Føroyar U19 dyst móti Noregi og Føroyar vann 1-0. Tað var Jón Krosslá Poulsen sum skeyt málið.[7]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "TB/FCS/Royn - ÍF". In.fo. http://www.in.fo/matches/?tx_iklivescores_match%5Bmatch%5D=272&tx_iklivescores_match%5Baction%5D=show&tx_iklivescores_match%5Bcontroller%5D=Match&cHash=04d7b4274af290411b829e7ee8c6d7dd. Heintað 4. apríl 2017. 
  2. Sudurras.com[deyð leinkja]
  3. Sudurras1.com[deyð leinkja], Jón Krosslá Poulsen mestskorandi
  4. FaroeSoccer.com
  5. Áfrsfrágreiðing 2003pdf-fíla
  6. Soccerandequipment.comFaroe Islands U-21 National Team
  7. Football.fo

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

  • FCSuduroy.com Archived 2010-06-14 at the Wayback Machine.
  • Sportal.fo, sjónvarpsstubbi, samrøða við Jón Krosslá Poulsen eftir dystin í Runavík móti NSÍ 12. juni 2010. Jón skoraði eitt mál fyri FC Suðuroy, men NSÍ vann dystin 2-1. FC Suðuroy lá niðast í Vodafonedeildini, tá Portal.fo gjørdi samrøðuna.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið