TB/FC Suðuroy/Royn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
TB/FC Suðuroy/Royn (í grønum troyggjum) í teirra fyrsta dysti í Effodeildini í 2017, sum teir vunnu 2-1 móti ÍF.

TB/FC Suðuroy/Royn er eitt føroyskt fótbóltsfelag, ið varð stovnað í desember 2016. Liðið er ein samanlegging av teimum trimum fótbóltsfeløgunum í Suðuroynni: Tvøroyrar Bóltfelag (TB), FC Suðuroy og Royn. Besta liðið hjá felagnum spælir í bestu deildini, Effodeildini, í 2017, og harumframt eisini í 1. og 2. deild hjá monnum. Árið 2017 er at síggja sum eitt royndarár og hetta árið er navnið TB/FC Suðuroy/Royn, men í miðlum og annað verður liðið ofta nevnt Suðuroyarliðið og fjepparar eru blivnir samdir um at rópa Suðringar, tá ið liðið spælir, tí TB/FC Suðuroy/Royn ið hevur átta stavilsir er alt ov langt at rópa.[1][2] Liðið spælir í myrkagrønum búna.

Hópurin[rætta | rætta wikitekst]

Pr. 4. apríl 2017:

Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.

Nr. Pláss Leikari
1 Noreg Marius Berntzen
2 Føroyar Mi Eiler Brattalíð
3 Føroyar Ve Dánjal Godtfred
4 Føroyar Ve Aron Sørensen
5 Føroyar Ve Ragnar Joensen
6 Føroyar Mi Rógvi Joensen
7 Føroyar Ál Búi Egilsson
8 Føroyar Mi Heri Kjærbo
9 Føroyar Ál Poul Ingason
10 Føroyar Ál Jón Krosslá Poulsen
11 Føroyar Ve Eirikur Ellendersen
Nr. Pláss Leikari
12 Føroyar Ál Ari Krosslá Poulsen
13 Noreg Ál Johan Gulliksen
14 Føroyar Mi Teitur Krosslá Mortensen
15 Føroyar Mi Teitur Olsen
17 Føroyar Mi Salmundur Bech
18 Føroyar Mi Stefan Radosavlevic
18 Føroyar Ve Tóki Krosslá Mortensen
19 Føroyar Mi John Villi Leo
20 Noreg Ve Mats Wahlberg
21 Føroyar Mi Jón Áki Jacobsen
22 Føroyar Mi John Marni Lindenskov

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Thomsen, Rúni (10. mars 2017). "Rópa Suðringar". Suðuroyarportalurin. http://sudurras.fo/?p=55813. Heintað 4. april 2017. 
  2. Petersen, Niels (12. februar 2017). "Suðuroyarliðið spældi søguligan dyst leygardagin". Portal.fo. http://portal.fo/suduroyarlidid+spaeldi+soguligan+dyst+leygardagin.html. Heintað 27. februar 2017.