Jump to content

Jón Áki Jacobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jón Áki Jacobsen í 2012

Jón Áki Jacobsen (føddur 2. november 1995) er ein føroyskur fótbóltsleikari, sum í løtuni (2017) spælir við besta mansliðnum hjá TB/FC Suðuroy/Royn. Hann hevur fyrr spælt við U19 landsliðnum og U17 landsliðnum hjá Føroyum.[1]

Ungdómslandsliðsleikari

[rætta | rætta wikitekst]

U-19 landsliðsleikari

[rætta | rætta wikitekst]

Jón Áki varð úttikin til U19 landsliðið í september 2012. Hann luttekur í kapping í Ukraina í september 2012.[2]

U-17 landsliðsleikari - skoraði einasta málið hjá Føroyum

[rætta | rætta wikitekst]

Jón Áki hevur eisini spælt á U17 landsliðnum. Hann spældi sín fyrsta dyst móti Fraklandi hin 28. oktober 2011.[3] Tann dystin vann Frakland 5-0. Hann spældi eisini við í dystinum móti Luksembourg, har tað eydnaðist Føroyum at fáa eitt stig, dysturin endaði 1-1. Tað var Jón Áki ið skoraði málið hjá Føroyum, og var hetta einasta málið ið Føroyar fekk í hesi undankappingini.[4]

  1. Sudurras.fo, 5 suðuroyingar á U19 landsliðnum
  2. FSF.fo, Føroyskt stórtap fyri Ukreina í Estlandi[deyð leinkja]
  3. UEFA.com, UEFA Under17 Championship, Jón Áki Jacobsen
  4. UEFA.com, Faroe Islands - Luxembourg 1-1