Viðarlundin í Vági
Appearance
Viðarlundin í Vági liggur í Hvannadali omanfyri bygdina Vág í Suðuroynni. Tað var Vágs býráð sum í 1956 tók avgerð um at gera viðarlund har á staðnum. Tvey økir á í alt 30.100 m² vóru settar av til hetta endamálið. Viðarlundin í Vági, sum oftast verður nevnd Plantasjan í Vági, er ein av størru viðarlundunum í Føroyum.[1] Í 2011 varð ein onnur viðarlund gjørd í Vági, tað var á økinum við Sandin (innast í fjørðinum) har økið er nógv flatari enn viðarlundin í Hvannadali. Nýggja viðarlundin verður nevnd Viðarlundin á Sandinum í Vági ella Parkin Á Sandinum.[2]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Bók:Højgaard, Andrias: Træplanting í Føroyum í eina øld, S. 42. Tórshavn 1989.
- ↑ "a-sandinum.com". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-09-01. https://web.archive.org/web/20110901120302/http://www.a-sandinum.com/. Heintað 2011-08-31.