Vágs Sóknar Bygdasavn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vágs Sóknar Bygdasavn er í Gamla Skúla í Vági

Vágs Sóknar Bygdasavn er eitt savn í Vági, sum Vágs Fornminnafelag eigur. Vágs Fornminnisfelag hevur av og á framsýningar í Stóra Pakkhúsi, á ovastu hæddini, tað savnið verður nevnt Sjósavnið. Felagið hevur eisini eina fasta framsýning í Gamla Skúla á Oyrabø við modellum av teimum 9 skipunum úr Vági, ið gingu burtur undir Seinna Heimsbardaga, hetta savnið verður nevnt Vágur og seinni heimsbardagi. Tað er vágbingurin Poul í Garði Niclasen, vanliga nevndur Mallepoul, sum hevur gjørt skipsmodellini. Poul og kona hansara Marianna hava givið skipsmodellini í gávu til Vágs Sóknar Bygdasavn, hetta hendi beint áðrenn jóansøku í 2010. Ein hátíðarløta var fyrst í Vágs Kirkju har Jógvan Fríðriksson, bispur, helt minningargudstænastu, síðan vóru skipini vóru sýnd fram í kirkjuni og so varð farið vestur á Minnisvarðan, har kransur varð lagdur.[1] Umframt modellir av skipunum eru nakrar gamlar myndir og frásagnir og nakrir lutir frá tí tíðini at síggja í savninum, eitt nú er ein bonkur sum er gjørdur av vrakinum av einum av skipunum.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Vagsbygdasavn.com, Framsýningin í Gamla Skúla.". http://www.vagsbygdasavn.com/Gamliskuli.html. Heintað 2012-11-20. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]